Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Viðmerking til Gunvá við Keldu

Signhild V. Johannesen

Er tað veruliga soleiðis, at okkara sosialu skipanir ikki eru fyri øll? Býta vit okkara borgarar upp í bólkar? Hevur hesin hugburðurin ikki størri ávirkan á okkara samfelag í dag, enn vit geva okkum far um?

Nú ein dagin dittaði eg mær, at skriva eina viðmerking til søluna av Sjúðraberg. Eg harmaðist um at skipið varð selt, og serliga tær avleiðingar hetta fekk fyri manningina umborð. Men eg vísti samstundis á, at vit í tílíkum keðiligum støðum hava góðar vælferðarskipanir at dúva á, sum t.d. Arbeiðsloysiskipanina (ALS).

ALS-skipanin er ikki ein skipan, sum nakar hevur hug at vitja leingi. Hon er ein neyðstøð. Men opinbart heldur Gunvá við Keldu, at nøkur fólk eru ikki egnaði til slíkar skipanir.

Tað er hugstoytt at síggja okkara borgarar verða býttar upp í bólkar. Um Fólkaflokkurin (Gunvá við Keldu) fær sín vilja, ganga ikki nógv ár áðrenn fólk hava gloymt, at tað einaferð var eitt samfelag fyri øll í Føroyum. Eitt samfelag, sum gav øllum á javnbjóðis føti somu møguleikar.

Tá skulu vit síggja stættarmun og sundurlyndi, sum bara fer at oyðileggja okkara samfelag. Tað eru, og fara altíð at vera fólk, sum ikki eru vinnulívsfólk ella íverksetarar. Tað eru, og fara altíð at vera fólk, sum á ein ella annan hátt ikki megna tær avbjóðingar sum lívið bjóðar.

Fyri at koma burturfrá stættarmuni og sundurlyndi, skulu vit hava hesar skipanir. Vit eiga at verja og betra um allar tær skipanir, sum geva okkum øllum somu møguleikar frá einum menniskjaligum grundarlagi til lívið.

At nøkur so mennast meiri, og megna at útinna meiri, tað er bara at gleðast um.

Ymiskleikin tænir okkum øllum.