Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Almennu kassarnir fáa meir enn pensionistarnir.

Joen Magnus Rasmussen

Lønmóttakarin rindar skatt av gjaldinum til Samhaldsfasta, ALS-gjaldinum, gjaldinum til Barsilsgrunnin og Heilsutrygdargjaldinum.

Vit eru helst øll væl nøgd við omanfyri nevndu gjøld, sum øll eru grundsúlur undir vælferðarsamfelag okkara.
 
Men eiga vit at rinda skatt av hesum gjøldum, sum jú eru ein skattur í sær sjálvum?
 
Gjaldið til Samhaldsfasta verður hækkað upp í 3% av skattskyldugu inntøkuni frá 1. januar 2019.
 
Politiski boðskapurin er, at hetta verður gjørt, fyri at pensionistarnir skulu hava kr. 1.000,00 meir um mánaðin at liva fyri.
 
Hetta halda helst tey flestu vera sera gott, og taka fult undir við tí.
 
Men lat okkum hyggja eftir einum dømi, sum vísir at pensionistarnir eru ikki teir einastu sum fáa burturúr pensiónsnýskipanini.
 
Dømi:
Ein sum tjenar kr. 400.000,00 skal gjalda 3% til Samhaldsfasta, hetta er kr. 12.000,00, so nú skuldu vit hildið at 12 pensionistar fáa kr. 1.000,00 meir um mánaðin, í ein mánaða í hvussu er, ella at ein pensionistur fær kr. 1.000,00 um mánaðin í eitt ár.
 
Men roknistykki sær heilt øðrvísi út.
 
Fyrst skal hesin sum hevur goldið tær kr. 12.000,00 í Samhaldsfasta, gjalda kr. 6.000,00 í skatt beinleiðis til Landskassan (ca. kr. 3.500,00) og Kommunukassan (ca. kr. 2.500,00)
 
Síðani, tá pensionistarnir fáa gjald úr Samhaldsfasta, skulu teir aftur gjalda skatt av hesum peningi, sum var skattaður tá hann varð inngoldin.
Fyri at ein pensionistur skal hava kr. 1.000,00 meir at liva fyri, má Samhaldsfasti útgjalda kr. 1.600,00.
 
Pensionisturin fær kr. 1.000,00, Landskassin kr. 250,00 og Kommunukassin kr. 350,00
 
Tað vil siga, at ein sum hevur kr. 400.000,00 í inntøku skal gjalda:
Til Samhaldsfasta                                                                            kr. 12.000,00
Til Landskassan                                                                               kr.  3.500,00
Til Kommunukassan                                                                        kr.  2.500,00
—————
Tilsamans                                                                                          kr. 18.000,00
 
 
Samhaldsfasti, sum einans hevur tær kr.12.000,00, má gjalda soleiðis:
Skattur til Landskassan ca.                                                            kr.  2.000,00
Skattur til Kommunukassan ca.                                                    kr.  2.500,00
Til pensionistarnar                                                                           kr.  7.500,00
—————-
Tilsamans                                                                                          kr. 12.000,00
 
 
 
Landskassin fær kr. 3.500,00 + kr. 2.000,00 =                           kr.  5.500,00
Kommunukassin kr. 2.500,00 + kr. 2.500,00 =                          kr.  5.000,00
—————-
Almennir kassar tilsamans                                                            kr. 10.500,00
Pensionistarnir tilsamans                                                               kr.  7.500,00
—————-
Tilsamans                                                                                          kr. 18.000,00
 
 
Er tað rætt at ein sum tjenar kr. 400.000,00 skal gjalda kr. 18.000,00 fyri at Samhaldsfasti skal kunna gjalda pensionistunum kr. 7.500,00?
 
Restina, næstan 60% deila Landskassin og Kommunukassin ímillum sín.
 
Er tað ikki meiri rímuligt, at pensionistarnir fáa meir?
 
Ella at lønmóttakarin rindar minni?
 
Ella møguliga at partarnir deildu, soleiðis at pensionistarnir fingu meir, og lønmóttakarin rindaði minni?
 
Hetta er jú at rinda skatt av skatti.
 
Dømi omanfyri er bert um Samhaldsfasta.
Støðan er tann sama fyri ALS, Barsilsgrunnin og Heilsutrygd.
 
 
Eftir míni meining, er hetta ein feilur, sum eigur at verða rættaður sum skjótast.
 
 
 
 
Joen Magnus Rasmussen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin