Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ eigur 5 av 18 á U21 landsliðnum

Jákup Ósá

U21 landsliðið er úttikið.

Fsf.fo skrivar: Fríggjadagin 7. september fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Pólland tekur ímóti í Lubin í Póllandi.

 

Tá Føroyar og Pólland spældu á Tórsvølli í november í fjør, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Føroysku málskjúttarnir vóru Meinhard Egilsson Olsen og Bjarni Petersen.

 

Tá sá annars leingi út til, at Føroyar fóru at fáa fulla úrtøku móti póllendingunum, men tá fýra minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, javnaði Pólland.

 

Eli Hentze hevur úttikið 18 spælarar til dystin móti Póllandi, og teir, ið hava fingið landsliðsboð hesaferð, eru hesir:

 

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, Skála

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Steinbjørn Olsen, KÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Petur Knudsen, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, B36

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)

Harleywoodpaint