Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spaniastova karmur um Mentanarvirðisløn Landsins

Norðlýsið

Tað er ikki hent áður, at Mentanarvirðisløn Landsins er handað í Klaksvík. Jógvan Andrias Joensen, leiðari í Spaniastovu, segði fyrr í vikuni við Norðlýsið, at tað kendist sum eitt herðaklapp til virksemið, ið hann hevur fyriskipað í Spaniastovu, tá ið boð komu frá Mentamálaráðnum um, at tey høvdu áhuga í at brúka júst hesi hølini til handanina.

Í kvøld klokkan 19, á føðingardegi William Heinesens, verður Mentanarvirðisløn Landsins handað. Umframt Mentanarvirðislønina verður eisini Heiðursgáva Landsins latin, og eisini verður eitt ungt listafólk heiðrað við virðisløn. Harumframt verða sømdargávur eisini latnar nøkrum listafólkum.

Handaninar verða sendar beinleiðis í Útvarpinum.