Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivað einki

John William Joensen

Vóru orðini hjá skiparanum á Norðsøka sum í morgun segði at teir høvdu “tveitt nakrar fiskar upp til Kósina”.

Vóru orðini hjá skiparanum á Norðsøka sum í morgun segði at teir høvdu “tveitt nakrar fiskar upp til Kósina”.

Jørgen Djurhuus, skipari á Norðsøka heldur at útlitini fyri útróðurin eru stak vánalig.

Sum heild royndist 2012 betur enn 2011 hjá okkum, men eg haldið at útlitini eru sera vánalig. Tað sum bjargar okkum er Íslandskvotan tí undir Føroyum er lítið og einki at fáa. Vit hava verið tveir túrar í januar og tað gav sera lítið. Hava júst verið norðanfyri men tað gav sera lítið. Vit ivast hvat so er at gera tí vit hava lítlan hug at fara norðurum aftur. Nú bíða vit eftir hvussu veðrið verður og so fara vit kanska vestur um at royna.

Men eitt er fiskiskapurin annað er marknaðurin og har hoyra vit bara keðilig tíðindi fyri tíðina so eg haldið at útlitini eru sera vánalig í løtuni.

Við Norðsøka eru fýra mans.