Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zarko aftur í Team Klaksvík

John William Joensen

Kemur til Føroyar í annaðkvøld og spælir við Team Klaksvík seinastu 9 dystirnar sum leikandi venjari.

Kemur til Føroyar í annaðkvøld og spælir við Team Klaksvík seinastu 9 dystirnar sum leikandi venjari.
Zarko Pejovic spældi kappingarárið í fjør og árið fyri við Team Klaksvík. Hann var ein lykaleikari á besta liðinum og vandi yngru liðini. Sum oftast spældi hann sum spæliskipari og var tað eisini hann, sum fekk Filip Jojic til felagið í fjør. Filip gjørdist seinni ársins leikari og spælir í ár við VÍF. Eisini núverandi málverjin hjá Team Klaksvík Borisa Eskic er komin umvegis Zarko Pejovic.

Sum skilst verður Zarko leikandi venjari tað, ið eftir er av kappingini. 10 dystir eru eftir at leika. Team Klaksvík spælir mikukvøldið móti VÍF, men Zarko nær ikki heim til tann dystin, tí hann lendur seint í annaðkvøld. Sostatt verður hann við seinastu 9 dystirnar. Hetta eigur uttan iva at styrkja liðið hjá klaksvíkingum, ið hava havt tað trupult hetta kappingarárið, har m.a. eingin fastur venjari hevur verið.
Harleywoodpaint