Baserað uppá klipsuppfinningina hjá Trónda Sørensen úr Hvannasundi, hevur tað nú
Baserað uppá klipsuppfinningina hjá Trónda Sørensen úr Hvannasundi, hevur tað nú
eydnast Mustad at koma við nýggjari egnimaskinu, ið skylir sjálva línuna og teymin við húkinum frá hvørjum øðrum, tá arbeitt verður umborð.
John Ragnar Larsen, frá Mustad, var á vitjan á heilsøluni Kjøli ídag, har Norðlýsið hitti hann, John Ragnar Larsen geiddi frá, at orsakað av uppfingini hjá Trónda Sørensen, ið Mustad hevði keypt rættin til at brúka, hevur tað eydnast at skylja teymarnar frá línuni, tá drigið verður, og at klipsa teir uppá aftur tá sett verður.
Filamentlínu á trumlu
Tað at til hevur borið, við uppfinging Trónda, at skylja línu frá teymi, hevur í øðrum lagi havt við sær, at við nýggju egnimaskinuni, íð Mustad nevnir SelectFish, er lag á manni at brúka sonevndu filamentlínurnar, ella nylonlínurnar.
Sjálv línan verður drigin upp á trumlu, og so hvørt drigið verður, verða teymarnir automatiskt klipsaðir av og fara á stokkar, imeðan línan sjálv fer upp á trumlu, sum sagt. Tá so sett verður, fer línan fyrst ígjøgnum tann partin av egnimaskinuni, ið klipsar teymin uppá og síðani ígjøgnum egningarpartin, ið er tann sami sum fiskimenn kenna frá traditionellu egnimaskinunum frá Mustad. Klipseindin er í veruleikanum tað, ið ger maskinuna annarleiðis.
Nylon betri enn spunnin lína
Royndir, sum Mustad hevur gjørt siga, at filamentlínur og teymar fiska nógv betur enn línur av traditionella spunna tilfarinum. John Ragnar Larsen segði, at dømi vóru um at filamentlínan fiskaði dupult so væl sum spunna línan.
Framsýning á FishFair
Uppá fyrispurning okkara, um hvat slag av bátum hendan maskin er ætlað til, sigur John Ragnar Larsen, at teir hava hildið seg til bátar á leið 40 fót og uppeftir. Systemið er longu nú sett umborð á fýra norskar bátar, og teir eru úr 40 fót upp í 65 fót til longdar
Nýggja egnimaskinan verður at síggja a FishFair í Klaksvík 9. – 11. apríl. Her verður hon sýnd fram fyri fyrstu ferð í Føroyum, og sjálvandi vóna vit at sleppa frá at taka hana við okkum aftur til Noregs, leggur hann afturat við einum brosi..
Kjølur í Klaksvík stendur fyri søluni
Tá vit spyrja um prísin, sigur hann, at egnimaskinan við línu og húkum har línan er á leið 3 mm til tjúgdar og 9 kilometrar til longdar, kemur prísurin at liggja um hálva aðru millión.
Tað er Kjølur í Klaksvík, ið hevur einaumboð uppá Mustad í Føroyum, ið stendur fyri søluni.




