Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árlig viðurkenning og heiður til eldrarøktina

John William Joensen

“2012 varð útnevnt at vera ár teirra eldru. Sum nýggj landsstýriskvinna í almannamálum helt eg, at hetta var eitt gott høvi til at fara á vitjan kring landið á røktarheimum, eldrasambýlum og øðrum tænastum innan eldrarøktina. Tað hevur verið ein ómetaliga jalig uppliving, at síggja ta framtakssemi og eldhugan, sum eyðkennir arbeiði hjá starvsfólkum innan eldrarøktina.”

“2012 varð útnevnt at vera ár teirra eldru. Sum nýggj landsstýriskvinna í almannamálum helt eg, at hetta var eitt gott høvi til at fara á vitjan kring landið á røktarheimum, eldrasambýlum og øðrum tænastum innan eldrarøktina. Tað hevur verið ein ómetaliga jalig uppliving, at síggja ta framtakssemi og eldhugan, sum eyðkennir arbeiði hjá starvsfólkum innan eldrarøktina.”

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum leggur afturat, at hendan jaliga myndin av virkseminum innan eldrarøktina er í andsøgn til dapra orðalagið um tey gomlu og av eldrarøktini, sum oftani eyðkennir almenna orðaskiftið.

“Eg haldi ikki, at góðu átøkini innan eldrarøktina fáa tann heiður tey hava uppiborið. Viðurkenning fyri eitt gott arbeiði kann bæði vera eggjandi fyri tey starvsfólk, sum standa aftanfyri eitt ávíst átak ella eina tænastu, men eisini vera ein íblástur fyri onnur, sum starvast á eldraøkinum. Vit eiga ikki at vera bangin fyri at geva teimum eitt herðaklapp, sum hava tað uppiborið.

Tí havi eg avgjørt, at tað á hvørjum ári frameftir skal vera latin ein heiðurgáva innan eldraøkið fyri eitt gott átak, eina góða tænastu ella eitt gott heim ella dagtilhald, sum á ein ella annan hátt skarar framúr”. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Ein tílík heiðursgáva er í tráð við tilmæli um eldrapolitikk, sum varð viðgjørdur á aðalorðaskifti í løgtinginum í gjár. Tilmæli eggjar m.a. til nýhugsan innan tænastuna á eldraøkinum, sum kann føra við sær betri fortreytir fyri, at vit kunnu taka við avbjóðingunum, sum liggja fyri framman innan eldrarøktina.

“Við at heiðra átøkum, har tað onkursvegna verður brotið upp úr nýggjum innan tænastuna, kunnu vit skapa fyrimyndir og í størri mun læra av góðu dømunum, sum vit longu í dag hava á eldraøkinum. Hetta kann vónandi eisini føra við sær, at vit frameftir fara at síggja uppaftur fleiri nýskapandi loysnir innan tænastuna. Harafturat kann ein tílík heiðursgáva vónandi skapa eitt meiri jaligt orðaskifti í almenna kjakinum um eldrarøktina.” Sigur Annika Olsen.

Fyrsta heiðursgávan verður latin síðst í árinum, og verður tað ein óheftur bólkur av fakfólki, sum letur landsstýriskvinnuni í almannamálum uppskot til møgulig evni, sum eiga at fáa heiðurin.