Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria gleðir seg

Danial Viðoy

Maria Jørðdal Niclasen gleðir seg til sunnudagin tá ið hon verður innsett sum prestur í Viðareiðis Kirkju. Hon fer at virka sum prestur í Norðara Eystara Prestagjaldi. Norðlýsið fekk orð á hana í dag.

Maria Jørðdal Niclasen gleðir seg til sunnudagin tá ið hon verður innsett sum prestur í Viðareiðis Kirkju. Hon fer at virka sum prestur í Norðara Eystara Prestagjaldi. Norðlýsið fekk orð á hana í dag.

Klokkan 11.00 sunnudagin verður ein serstøk gudstænasta í Viðareiðis Kirkju. Viðingar, hvannasunds- og norðdepilsfólk, svínoyingar og fugloyingar fáa tá ein nýggjan prest í embætið. Talan er um ungu Mariu, sum hesa vikuna hevur stríðst við at flyta inn í Ónagerði, ið er prestagarður á Viðareiði. Farna sunnudag varð hon prestvígd í dómkirkjuni.

Maria er ein fryntlig genta, ið skjótt og blídligt beyð høvundinum kaffi. Afturvið kaffinum fekk hon greitt eitt sindur frá spenninginum undan gudstænastuni nú sunnumorgunin klokkan ellivu.

– Hetta er ein spennandi uppgáva, sum eg havi tikið á meg. Hetta er nakað, sum eg síggi í og nógv fram til, sigur hon.

– Fólkini her norðuri hava tikið væl í móti mær og blíðskapur hevur ikki vantað.

Maria sleppur í gongd beinanvegin. Konfirmatiónir verða fyri nú fyrsta dagin.

– Jú longu tólvta í næsta mánað byrja teir tólv konfirmantarnir at ganga til. Tað verður hugnaligt at fáa hesi ungu oman í Ónagerð.

Maria J. Niclasen, sum í fimm ár búði í eini lítlari íbúð niðri í danska høvuðsstaðnum, hevur ilt við at venja seg við alt plássið í Ónagerði.

– Her er so rúmligt og tað er sjálvandi deiligt. Hetta rásarúmið krevur man at venja seg við. Og so er eisini so nógv vakurt at síggja uttandura. Tað er eitt sindur nógv at gloypa upp á ein gang, men tað gongur, sigur ein smílandi, ágrýtin og spentur prestur at enda.