Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

45 ár á Kósavirkinum

Oliver Joensen

1. februar 1968, byrjaði Hildubjarta Jacobsen sín fyrsta dag á Kósavirkinum. Við undantak av heilt stuttum steðgi ímeðan børnini vóru smá, hevur hon arbeitt á Kósini síðani.

1. februar 1968, byrjaði Hildubjarta Jacobsen sín fyrsta dag á Kósavirkinum. Við undantak av heilt stuttum steðgi ímeðan børnini vóru smá, hevur hon arbeitt á Kósini síðani.

Vit hittu Hildubjartu við bandi í reinskerðishøllini á Kósini. Hon var sjálvandi kløkk, soleiðis at fáa vitjan mitt undir arbeiðinum, uttan at hava hóming av tí frammanundan. Blíð og fryntlig sum Hildubjarta altíð er, sló hon tað tó bara upp í látur at vit vóru har, og vildi hava at vita hvør hevði “likið”.

Vit bæði Hildubjarta fóru so til síðis til eitt stutt prát, tí sum hon segði, arbeiðiða Kósini mátti ikki steðga fyri hennara skuld.

Eg minnist væl dagin fyrstu ferð er kom her sum 13 ára gomul, haldi at tað var John Høj, sum tá var formaður, ið ringdi til mín. Eg má siga, at eg havi trivist ótrúliga væl og hetta hevur verið eitt ómetaliga gott arbeiðispláss.

Ímeðan børnini vóru smá, var tað eitt sindur strævið til tíðir, men tá var gott at eg hevði eina mammu uppi á Heygavegi, sum kundi taka eina hond í við mær at fara um børnini, henni havi eg nógv fyri at takka.

Arbeiðisdagarnir tá vóru mangan langir. Vit arbeiddu tá eisini leygardag. Eg minnist væl ein langan Tollaksmessudag, dagin fyri jólaaftan, vit vóru byrjaðar tíðliga á morgni og skuldu arbeiða líka til miðnátt, tí sera nógvur fiskur var á virkinum. Tá kom John yvir til eina konu, sum hevði fult hús av børnum og segði við hana, at hon kundi sleppa til hús í tveir tímar at gera tað neyðuga til jólini. Tað er munur á, ídag eru vit ikki nøgd uttan vit fáa frí einar tveir dagar frammanundan. Klokkan 7 um morgunin 3. jóladag byrjaðu vit so aftur. Jólafrí var bara um sjálva høgtíðina.

Kongafiskur bleiv til reyðfisk

Nógv stuttligt hevur man verið út fyri hesi árini. Serstakliga tá man var yngri, tí her vóru altíð so nógv ung í arbeiði, og tá so er er mangan gaman uppi í.

Tá kongavitnan var her á virkinumi 1969 , minnist eg væl , at øgiliga nógv stákan varð gjørd burturúr. Thulesen vildi hava, at øll fiskasløgini, sum virkið arbeiddi við, vóru løgd fram til tey kongaligu at síggja.

Og sjálvandi, tey vóru ikki so fá. Men tað sum vit flentu mest eftir aftaná var, at tá tað kom til at seta navn á kongafiskin, tá bar onki til. Kanska hildu tey at fiskurin var ov ljótur, til at hann skuldi eita kongafiskur, tí fekk hann navnið “reyðfiskur” tann dagin ella rødfisk á donskum.

Minnist væl at Jákup Ziskason, ið hevur verið nakað ungur tá, skipaði fyri ábitinum, og tað var fyrstu ferð at eg royndi pinnamat.

Eg haldi at eg havi verið við í øllum arbeiði her á virkinum, uttan at standa við flakamaskinurnar. Í pakkingini arbeiddi eg leingið, men sjálvandi, tað eru fyrst og fremst tær ungu, sum arbeiða har, tí ungdómurin er kvikhentari. Men mær dámar sera væl her í reinskeringini.

Súkklaði og gekk

Úr Gerðum og norður á Kósina er fitt strekki at ganga, men tað bleiv sjálvandi gjørt hvønn morgun og hvørt kvøld, tí bilur var ongin. So skjótt eg hevði tjent fyri eina súkklu, keypti eg mær eina, og súkklaði til arbeiðis.

Seinni havi eg sett mær búgv á Garðsenda, hinumegin buktina. Hagani havi eg oftað gingið til arbeiðis, tí mær dámar væl at ganga. Tá tú hevur gingið runt buktina ein morgun og hevur fingið fríska luft í andlitið, so ein kaffimunn í kantinuni áðrenn ein er farin til arbeiðis, tá eri eg sera væl fyri at gera dagsins gerning.

Men, sigur Hildubjarta við einum brosi, tað er eitt sindur meira trupult hjá mær at ganga nú, tí eg havi skift mjódnina, men eg treni meg uppaftur og eg ætli mær til gongu aftur einaferð, um alt fer at lagað seg sum eg vil.

Tá eg spyrjið Hildubjartu um hon hevur verið fyri nøkrum ógvusligum, sum arbeiðisvanlukkum ella øðrum hesi 45 árini, sigur hon: Nei, veitst tú hvat, eg minnist bara tær positivu løturnar, eg haldi ikki at eg kann koma í tankar um nakað sum helst í so máta. Vit fáast sjálvandi við sera hvassar knívar hvønn dag, og her eru maskinur trukkar og annað, men nei. Eg minnist bara einaferð at eg var noydd at fara yvir á sjúkarhúsið at fáa eina pentu í hondina ti eg hevði snittað meg eitt sindur, tað er alt og tað er onki at tosa um.

Nei, arbeiðisplássið hevur verið ótrúliga gott, og eg havi trivist sera væl her eisini undir skiftandi leiðslum á virkinum, sigur Hilduhjarta Jacobsen at enda.