Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt tiltak í KÍ høllini 9.mars

Tíðindaskriv

Bláa Skýlið ætlar at skjóta nýggja kappingarárið í Effodeildini inn við “manér” leygarkvøldið 9.mars. Um kvøldið verður ókeypis tiltak, har samrøður og kjak panel um ítrótt og fótbólt er á skránni umframt livandi tónleik. Seinni verður dansur.

Bláa Skýlið ætlar at skjóta nýggja kappingarárið í Effodeildini inn við “manér” leygarkvøldið 9.mars. Um kvøldið verður ókeypis tiltak, har samrøður og kjak panel um ítrótt og fótbólt er á skránni umframt livandi tónleik. Seinni verður dansur.

Fyrireikararnir siga, at fyrireikingarnar eru farnar í gongd og er hetta stórsta tiltak av sínum slag, ið Bláa Skýlið hevur skipað fyri. Um dagin spæla KÍ og TB fyrsta landskappingardyst í Klaksvík og tunnilsdagur er, so lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld við góðum kørmum.

Tiltakið í KÍ høllini byrjar væntandi kl. 21.00. Skráin er ikki endalig enn, men ætlanin er, at hava panel á pallinum, har fyrst eitt evnið verður um ítrótta umstøðurnar í Klaksvík, har fleiri formenn (Frá KÍ, Stjørnuni, Treystinum og Klaksvíkar Róðrarfelag og møguliga okkurt annað felag) luttaka umframt umboð frá Klaksvíkar Býráð. Seinna evnið er um Effodeildina 2013, har venjarar og ítrótta journalistar luttaka. Umframt samrøður við KÍ leikarar og gáva til dagsins KÍ leikara verður eisini givin. Millum innsløgini verður livandi tónleikur. Vertur til at leiða kvøldið verður úr miðlaheiminum, so dygdin verður í hásæti. Tiltakið verður ókeypis og fáast drykkivørur til keyps inni í høllini.

Seinni um kvøldið verður dansur í KÍ høllini við Árna & Marner. Dansurin byrjar væntandi kl. 23.00.

Meira kunning um tiltakið og hvørjir persónar luttaka kemur seinni.