Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum? Seturskjakið 7. februar fer at snúgva seg um bókmentir og politikk
Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum? Seturskjakið 7. februar fer at snúgva seg um bókmentir og politikk
Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Økir politiskur boðskapur um dygdina og týdningin í einum bókmentaligum verki? Ella er tað tvørturímóti? Slepst yvirhøvur undan politiskum boðskapi?
Allastaðni gera rithøvundar vart við seg politiskt. Í mongum førum er tað við beinleiðis politiskum sjónarmiðum í miðlunum, men nógvir bera eisini politiskan boðskap fram í t.d. skaldsøgum, leikritum ella yrkingum.
Søguliga hava ávís bókmentalig tíðarskeið kravt politiskan boðskap í bókmentunum, onnur tíðarskeið hava mett ov týðiligan politiskan boðskap sum tekin um ódygd. Hvussu er sambandið millum politikk og bókmentir? Hava bókmentir eina politiska uppgávu í samfelagnum? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum?
Hesuferð er tað Føroyamálsdeildin sum fyriskipar Seturskjaki og bjóðar sum nevnt til kjak um hetta evnið, hóskvøldið 7. februar kl 19 á Østrøm á Skálatrøð
Á skránni er fyrst pallborð, har fýra stutt upplegg eru frá: Turið Sigurðardóttir, Bergi Djurhuus Hansen, Jóanes Nielsen og Hanusi Kamban. Eftir hetta verður lagt upp til kjak, har eisini áhoyrarar fara at luttaka og verður kjakið stýrt av Malan Marnersdóttir sum orðstýrara.
Seturskjakið byrjar klokkan 19 og er sett at verða til kl. 20.30, tá vit bjóða kaffi og smákøkur og har fólkið fær høvið til at práta víðari.
Øll eru vælkomin
Fróðskaparsetur Føroya




