Næsta leygarkvøld skipar Javnaðarflokkurin fyri fjølbroyttari kvøldsetu í Klaksvík
Næsta leygarkvøld skipar Javnaðarflokkurin fyri fjølbroyttari kvøldsetu í Klaksvík
Leygarkvøldið verða bæði skemt, tónleikur og politikkur á skránni í Spaniastovu í Klaksvík, eins og ein biti við onkrum afturvið verður at fáa.
Byrjað verður klokkan 20, tá Tummas Lervig bjóðar vælkomin. Síðani sigur Eyðgunn Samuelsen nøkur orð um “Hví Javnaðarflokkurin er kul”, áðrenn Karl Martin og Co framføra nakrar sangur.
Síðani greiðir Aksel V. Johannesen stutt frá um Javnaðarfloksins avbjóðingar í dag og Sjúrður Skaale tosar um “hví tjóðskaparkenslan framvegis er modernað”.
Eftir ein stuttan steðg syngur ársins nýbrot 2012, Hans Andrias Jacobsen, nakrar sangir, áðrenn John av Reyni formaður í SU, greiðir frá teirra virksemi.
Til endans verður “eitt brak av einum undirhalds-showi” við Jákup Bernhardi og Høgna.
Tiltakið endar kl. 23.00
Øll eru vælkomin




