Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj matstova á Fornagørðum

Oliver Joensen

Á Fornagørðum, har restaurant Fortuna fyrr hevði til húsa, hevur Kim Bjarnaberg Hansen latið upp nýggja matstovu.

Vit stukku inn á gólvið í gjárkvøldið. Kim Bjarnaberg Hansen, sum sjálvur er kokkur á restaurantini var júst í fer við at steikja búffar.

Kim segði okkum, at hann hevði leigað seg inn í hølini her á Fornaførðum, og hann júst var byrjaður at hava opið. Hetta er annað kvøldið opið er, og í veruleikanum eri eg ikki orduliga klárur, men eg valdi bara at lata upp, ímeðan vit rigga tað seinasta til.

Navn havi eg ikki funnið enn til restaurantina. Eg havi eigi felagið Bjarnaberg Catering, ið stendur aftanfyri restaurantina, men tað verður valla navnið eg fari at brúka framyvir.

Annars kann eg siga um meg sjálvan, at eg havi arbeitt í hesi vinnuni í umleið 8 ár. Havi starvast millum annað á Koks og Hvonn, og havi eisini arbeitt í Danmark í hesi vinnuni.

Tá vit spyrja um menuina, sigur Kim Bjarnaberg Hansen, stjóri og kokkur, at hann borðreiðir við piparbúffum og øðrum búffum, einini kanst tú fáa lættari rættir og salatir um tú hevur hug til tað. Prísirnir fyri eina máltíð liggja ímillumn 70 og 120 krónur har á leið.

Vit lata upp klokkan 17 seinnapartin og steingja kl. 22 á kvøldi.

Eg havi ætlanir um at hava opið um miðdagin eisini, men hetta koma vit valla í gongd við fyrr enn um nakrar dagar. Tá er ætlanin at hava opið frá kl. 11.30 fyrrapart til kl. 14 seinnapart, og so á la carte um kvøldið.

Í byrjanini verður tað nokk døgurðar vit fara at serverað um miðdagsleitið, men eg havi ætlanir um buffé eisini.

Vit gera eisini mat út av húsinum, bæði til einkultpersónar og eisini til selskap um tað skal vera. Ynkir onkur fínari matgerð, so eru tey eisini vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Kim Bjarnaberg Hansen at enda.

Harleyfacadeacryl