Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúrðarberg lagt til brots

Danial Viðoy

Eftir fyrireikingar síðani ársskiftið, legði Sjúrðarberg frá landi leygarkvøldið. Leiðin liggur á Bjarnoynna í Svalbardsøkinum.

Eftir fyrireikingar síðani ársskiftið, legði Sjúrðarberg frá landi leygarkvøldið. Leiðin liggur á Bjarnoynna í Svalbardsøkinum.

Sjúrðarberg, fyrrverandi Haki, hevur verið undir smávegis tillagingum og umvælingum síðani ársskifti. Hetta til tess at gera hann kláran til fiskiskap í Eystursjónum.

Sjúrðarberg tekur 700 tons og sum skilst, verður alt heysað og heilfryst í vertikalar blokkfrystarar.

Kvotan hækkaði á nýggjárinum og Gadus megnar ikki at fiska alla kvotuna. Tískil varð støða tikin um, at fáa eitt skip afturat eystureftir, at hjálpa til at fiska kvotuna upp.

Manningin telur ímillum 18 og 20.