Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja KÍ- bókin “Bóltspøl millum Klakk og Kjøl – KÍ 1955-1974”

John William Joensen

verður løgd fram á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík hóskvøldið 21. februar klokkan 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Móttøkan er partur av Torravikuni sum byrjar týsdagin 19. februar.

verður løgd fram á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík hóskvøldið 21. februar klokkan 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Norðlýsið verður borið í hvørt hús í landinum mikudagin og í nátt løgdur vit saman við mentunardeildini hjá Klaksvíkar Kommunu seinastu hondina á eina sera fjøltáttaða og áhugaverda skrá fyri Torravikuna sum verður í Komandi viku.


Brot úr skránni

Skráin byrjar týsdagin 19. februar og gjøgnum vikuna eru fyrilestrar, almennur pallborðsfundur og áhugaverdir gongutúrar og alt endar við einum sera fjáltáttaðum leygardagi. Tú kans byrja Torra-Leygardatin rætt uppi hjá Jórun við einum góðum morgunmatarborði. Far síðani til eina annarleiðis Matiné í Christianskirkjuni við tónleiki, fyrilestri og lítlari listaframsýning.

Stóra sjálvrøkuborðið hjá Jórun stendur borðreitt kl. 12 við øllum góðum til hin kræsna góman.

Síðani ber til at velja at fara niðan á Klakk við Norðoya Gongufelag kl. 14 – Møtt verður við brunnarnar – ella at vera við til Heilsurenningina, sum byrjar kl. 14 niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Kl. 14.30 verður Heilsukaféin sett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi av landsstýrismanninum í heilsumálum. Har ber eisini til at fáa mált blóðtrýst ella at fáa góð ráð um heilsugóða lívsførslu.

Kl. 15.30 Heldur Jóhanna Andreasen, sjúkrarøktarfrøðingur fyrilestur um: Lívsdygd hóast kroniska sjúku. Jóhanna Andreasen hevur esini serútbúgving innan kognitiva terapi og couching

Eisini ber til at fara norður í Smæruna, sum heldur til í kjallaranum í Sambýlinum á Heygnum, har skipað verður fyri framsýning av gomlum útvarpstólum og eisini gomlum myndum úr Klaksvík. Framsýningin er opin frá kl 15 – 18.

Dragin hevur opið skip kl 16 – 18, har borðreitt plagar at verða við “Stormsúpan”. Atlantis hevur fleiri filmar á skránni, m.a. ókeypis filmsýningia “Bygdin og Bjørgini” kl. 20, sum Zacharias Hammer hevur gjørt.

Síðani ber til at taka samanum við einum Torrabúffi á Hereford ella á Fornagørðum ella eini Pizza hjá Pizza69 ella hjá Jórun.

Jú, tað er nóg er at velja í!

Harleywoodpaint