Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Spakin settur í í mai

Danial Viðoy

Soleiðis svaraði Annika Olsen, tá ið Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í morgun spurdi og ótolnaðist, nær spakin til íbúðirnar til fólk við serligum tørvi verður settur í.

Soleiðis svaraði Annika Olsen, tá ið Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í morgun spurdi og ótolnaðist, nær spakin til íbúðirnar til fólk við serligum tørvi verður settur í.

Vardu íbúðirnar til fólk við serligum tørvi, sum koma at standa, har gomlu læknahúsini hava verið, hava verið eitt sindur í dvala frá landspolitiskari síðu síðani avgerðin var tikin. Men nú er líkt til, at okkurt hendir í málinum.

Elsebeth greiddi eisini frá í fyrispurninginum, at hon fyrst hevði hoyrt, at spakin skuldi verða settur í í desember og síðani í januar. So er spennandi at vita, um núverandi forsøgn heldur. Vónandi.

Annika Olsen svarar soleiðis upp á munnliga fyrispurningin frá tingkvinnuni og býráðsliminum úr Klaksvík:

-Verkætlanin verður útboðin í mars og spakin verður helst settur í í maimánað. Tað tekur tólv mánaðir at byggja íbúðirnar.

3. AUGUST 2012 SKRIVAÐI NORÐLÝSIÐ SOLEIÐIS:

Byggja íbúðir í Klaksvík til fólk við menningartarni

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur tikið avgerð um at byggja millum 10 og 16 vardar íbúðir í Klaksvík til fólk við menningartarni. Íbúðirnar verða bygdar við Mylnutún, har gomlu læknahúsini nú standa.

Klaksvíkar kommuna hevur í sambandi við verkætlanina átikið sær at rinda fyri burturbeiningini av læknahúsunum og gera grundstykkið byggibúgvið.

Ein bygginevnd við umboðum úr MBF, Javna, Almannaverkinum og Almannamálaráðnum lat í juni mánað landsstýriskvinnuni byggiskrá og tilmæli um staðseting, sum Annika Olsen hevur tikið undir við.

– Hendan verkætlanin er á nógvar mátar eitt nýbrot, tí fyri fyrstu ferð í tíggju ár byggja vit eitt nýtt heim til fólk við serligum avbjóðingum. Í alt ov nógv ár hevur leisturin verið at keypa gomul sethús, sum síðani eru umbygd fyri stórar upphæddir, heldur enn at byggja nýtt við støði í tørvinum hjá tí einstaka, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í viðmerking.

Talan er um smærri sjálvstøðugar íbúðareindir í einum vardum umhvørvi. Hvør íbúðareindin hevur dur, ves við bað, køk/stovu, sovikamar, við atgongd til felagshølir. Vardu íbúðirnar verða eftir ætlan lidnar á vári 2014.

Myndir frá degnum, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður: