Tað var stúgvandi fult av fólki til móttøku tá Norðoya Sparikassi seinrapartin hátíðarhelt at nýggj deild letur upp í Fuglafirði mánamorgunin.
Tað var stúgvandi fult av fólki til móttøku tá Norðoya Sparikassi seinrapartin hátíðarhelt at nýggj deild letur upp í Fuglafirði mánamorgunin.
Umleið 400 fólk vóru til móttøku tá Norðoya Sparikassi seinrapartin skipaði fyri móttøku, nú elsti peningastovnur í landinum í góðum samstarvið við Fuglafjarðar Kommunu lat upp nýggja deild, í júst somu hølum sum fyrrverandi bankadeildin hjá Banknordik húsaðist í.
Tað er ikki ov nógv sagt at sannur veitslurómur var á fuglfiringum hesa løtuna.
Næstformaðurin í Norðoya Sparikassa, Jóannes Hansen, flutti fram røðu sum saman við øðrum røðum verður prenta her á nordlysid.fo seinri. Borgarstjórarnir í Fuglafirði og Klaksvík røddu og sama gjørdi kendur mentamaður í Fuglafirði. Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen var sera avgjørdur í sínari røðu.
-Tá eg læs lesarabrævið hjá Sigurð Simonsen, fyrrverandi borgarstjóra í Fuglafirði har hann skrivar at nú kann verða nokk við bankunum – og har hann viðgjørdi støðuna nú EIK avgjørdi at stongja seinastu bankadeildina í Fuglafirði – fór eg beinan vegin at hugsað um at lata upp deild í Fuglafirð. Tá eg so sama dag var uppringdur av borgarstjóranum í Fuglafirði, Sonni á Horn, fór eg beinanvegin til Fuglafjarðar á fund og eftir lítlari løtu var avgerðin tikin.
Samstundis boðaði stjórin frá at øll í Fuglafirði sum vildu skifta banka skuldu verða vælkomin og fram til 31 mars sleppa allir nýggir kundar sum stovna lán í Sparikassanum undan stovningarprovotión.
Meira um hátíðarhaldið í Fuglafirði seinri




