Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjartan Hoydal í Skúlanum við Ósánna og beinleiðis á nordlysid.fo

John William Joensen

Í kvøld kl. 19:30 verður fyrilestur hjá Kjartan Hoydal í Skúlanum við Ósánna og Norðlýsið ferð í samstarvið við Kedes at sjónvarpa beinleiðis frá fyrilestrinum.

Í kvøld kl. 19:30 verður fyrilestur hjá Kjartan Hoydal í Skúlanum við Ósánna og Norðlýsið ferð í samstarvið við Kedes at sjónvarpa beinleiðis frá fyrilestrinum.

Kjartan Hoydal ferð fyrst at hugleiða um tíðina hann búi i Klaksvík. frá 1947 -1950.

Fyrilesturin, sum verður stuðlaður av Power Point, fer at viðgera umsitingina av fiskiskapinum á føroyska landgrunninum – í seinastu øld og hesari.

Hesir partar vera:

Umsitingin av tilfeinginum áðrenn fiskimarkið fór út í 1977,har Bretsk fiskiskip tóku meginpartin av veiðuni undir Føroyum.

Fyrsti møguleikiat skipa umsitingina 1977 tá bretska veiðan undir Føroyum minkaði. Hesin møguleiki varð ikki nýttur og vit endaðu við svarta oktober.

Annar møguleikikreppan, lóg um vinnuligan fiskiskap frá 1994 og bøtt í 1996 við fiskidagaskipanini. Greit verður frá innihaldið í hesum lógum.

Hvussu hevur umsitingin roynstfrá 1994 til í dag. Hevur umsitingin rokkið teimum endamálum, sum vórðu sett í lógini? Hevur umsitingin havt røttu amboðiði? Hvussu hevur gongdin verið hjá ymisku bólkunum.

Eftir fyrilesturin, sum verður um 45, min eru fundarluttakarnir vælkomnir við spurningum og viðmerkingum. Eisini verður boðið til ein kaffimunn, sum plagar at skunda undir nógv gott og ymiskt prát.

Fyrilesturin verður streymaður beinleiðis her á www.nordlysid.fo