Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiskapurin onki at reypa av ídag

Oliver Joensen

Tað sigur Eyðólvur Vang, skipari á Kallanes, ið kom á Vágna í kvøld um 9-10 tíðina.Hetta skuldi verið besta tíð hjá útróðrarbátunum, men fiskurin letur bíða eftir sær, og hartil er prísurin lágur.

 Ídag, haldi eg at klaksvíksbátarnir hava ligið úr umleið 3000 pundum upp í umleið 6000 pund. Vit royndu víða norðanfyri, tann sum var longst vesturin var norðurvestur úr Barinum, og hinvegin var eystasti báturin norður úr fugloynni, men tað var javnt vánaligt yvir heila økið.

Tó, 6000 pund skuldi verið ein brúkiligur útróðrardagur, um so var at prísurin var bara hampuligur, men tá hýsan liggur um 7-8 krónur fyri kilo og toskurin um 11-14 krónur, so er sjálvt 6000 pund alt ov lítið, sigur Eyðólvur Vang at enda.

Og tó, teir skuldu avstað aftur klokkan tvey í nátt.