Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein vælfyrireikaður Kjartan Hoydal í Ósáskúlanum

Oliver Joensen

Nógv fólk hittust í Ósáskúlanum í gjárkvøldið, til fyrilesturin hjá Kjartan Hoydal um fiskivinnuna. Kjartan Hoydal kallaði fyrilestur sín fyri \”Gjørdu vit rætt\”.

Hann byrjaði fyrilsetur sín, við at greiða eitt sindur frá barnaárum sínum, tá hann saman við systkjum og foreldrum flutti til Klaksvíkar, tí pápin varð settur í starv hjá Kjølbro sum leiðari á Bollafabrikkini. Hetta var tíðin síðst í 40unum, og Kjartan segði, at tað var ikki bara eydnan at hava danska mammu í Klaksvík beint eftir fólkaatkvøðuna í 1946.

Kjartan Hoydal fór líka aftur til krígsárini við frágreiðing síni og greiddi frá tíðini í 60-unum og uppeftir, um stuðulsskipanir, um ætlaðan fiskivinnupolitikk, sum ongantíð bleiv formaliseraður og um hvussu galið tað var seinast í 70unum og 80unum, tá stuðulsskipanir vóru í ólukkumát og landskassin ikki orkaði meira.

Stríðið um fiskimarkið var eisini gjøgnumgingið. 

Spurningar vóru eisini settir Kjartani Hoydal, og teir var hann væl fyrireikaður at svara uppá. Alt í alt eitt gott og uppslýsandi kvøld fyri fólki ið møtt var til fundin.

Ikki var nógv at síggja til føroysku miðlarnar har, men Óluva Zachariassen frá kringvarpinum var á fundinum. Hon saknaði kvinnurnar í hesum foruminum, ið møtt varð til fundar. Tó at tað eru fleiri kvinnur, sum arbeiða innan fiskivinnuna í Klaksvík, eisini í høgum størvum, so sóust tær ikki í gjárkvøldið. Kanska var orsøkin at hetta var tíðin tá tær løgdu børnini at sova uggaðu vit okkum við. 

Harleywoodpaint