Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livar og teir nærkast málinum

Jákup Ósá

Um alt gongur eftir vild, so verða Livar Nysted og hinir í Barbados fríggjanáttina.

Seinasta mánaðin hava Livar Nysted og hinir róð um Atlandshavið. 17. Januar fóru teir avstað frá Grand Canaria. Trupulleikar hava verið á vegnum, men ikki so stórir at teir ikki hava hildið fram at róð. Í morgun skrivar so heimasíðan trip.fo, at kl. 08.00 vóru 305 km til málið í Port St. Charles í Barbados, har teir hava róð ímóti. Hetta skuldi tikið áleið tvey døgn, so í annakvøld fara teir helst at síggja ljós frá Barbados og koma teir væntandi til lands einaferð fríggjadagin, um einki óvanligt hendur. Sum skilst er onkur av familjuni hjá Livari farin allan vegin yvir at taka ímóti, so tað verður nokk ein stór løta, tá Avalon kemur móti landi.

Myndin er tikin av facebook síðuni, har fylgt verður við ferðini. Leinkjan er: https://www.facebook.com/groups/135204049843245/?fref=ts