Við sínum framúr myndum úr havinum og taraskóginum kring føroysku strendurnar, hevur Ingi Sørensen latið upp eina aðra verð. Her ein brellibiti av tí tú fært at síggja í fyrilestri hansara í Ósáskúlanum í kvøld.
Í havinum kring strendur okkara, eiga vit eitt unikt tilfeingi fyri ferðafólkavinnu, sum vit at kalla onki hava gjørt við.
Ingi Sørensen hevur í mong ár við myndatóli sínum víst á hendan heimin, ið fáur føroyingur hevur sæð. Fleiri av myndum hansara hava verið brúktar at prýða okkara frímerki við, eisini eru fleiri brúktar í ymiskum bókum, eisini í bókum til undirvísing.
Sum sæst á Torraskránni, so fer Ingi at halda fyrilestur um lívið við strendur okkara í Ósaskúlanum í kvøld. Hallur Joensen fer eisini at syngja onkrar sangir við tað høvið.




