Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ingi er cool

Dávur Winther

Ingi Sørensen greiddi hugtakandi frá einum spennandi heimi, sum vit fægstu sleppa at uppliva – Undursjóvar-Føroyar, sum hann kallar tað. Hetta var ein myndafyrilestur, sum var í Skúlanum við Ósánna hóskvøldið í Torravikuni.

Ingi Sørensengreiddi hugtakandi frá einum spennandi heim, sum vit fægstu sleppa at uppliva –Undursjóvar-Føroyar, sum hann kallar tað. Hetta var ein myndafyrilestur, sumvar í Skúlanum við Ósánna hóskvøldið í Torravikuni.

Har hevur Ingiferðast í vektloysi í fleiri ár. Hann hevur fingið sær ymiskar vinir og ymiskstøð, sum hann er serliga góður við, ið hava ein serligan vakurleika.

ÁðrennIngi fekk mikrofonina, spældu Hallur Joensen og Beddy tvey løg.

Ein av vinunumhjá Inga, er ein longukálvur uttast á molanum í Kvívík. Hana hevur hann vitjað ífleiri ár. Eisini vísti hann myndir av einum steinbýti, hann hevði vitjaðgjøgnum nøkur ár. Teir vóru blivnir so væl, at Ingi kundi fóðra hann – Gevahonum ein góða bita, tá hann kom á vitjan. Ingi vísti myndir av hesum steinbýtinum yvir nøkur ár, har tað til endans sást týðuligt elli á Steinbýtinum.

So onkusvegna eruhesi vinirnir hjá Ingja nakað støðufastir ella hagafastir eisini.

Myndirnar, sumgreiddu frá einum heilt øðrum heimi, vóru hugtakandi vakrar og sigandi. Ja, taðber illa til at greiða frá við skili – hetta skal upplivast. Og sum Ingi eisinilegði upp til – Kaving er fyri øll frá 15 til 70 ár, um bara ávísar reglurverða yvirhildnar.

Sjónliga komfram, at Ingi Sørensen, sum er vinnu- og frítíðarkavari, ikki bert er eindugnaligur og ærukærur handverkari, men eisini ein listarmaður, sum dugur atsíggja ta vakra í náttúruni og dugur at endurgeva tað sera hugtakandi.

Bóghvítuhvalur,sum er glúpskur tannhvalur, ið bítur hval, tekur kóp, æðu o.a. er einrovhvalur. Hann hevur eisini onnur nøvn, sum Mastrarhvalur, Æðuhvalur ogSteyrhvalur.

Ein slíkur komóboðin at vitja Inga, tá ið hann var langt niðri í sjónum. Ingi hvakk við, ogtað gjørdi  bóghvítuhvalur eisini. Hetta stóra dýrið av einum hvali, vendisær á, fyri betur at síggja hvør Ingi var. Hann vendi og hugdi gjølla ogkannandi at Inga – Ingi segði, at eygað hjá hvalinum gjørdi nakrar skjótar oggjølligar kanningar av Inga og so svam hann víðari. Tó at Ingi sjálvsagt fekksítt lívs forskrekkilsi, náddi at taka eina skjóta mynd av hesum flotta ogtignarliga hvalinum.

Hann er so“bitin” av bóghvítuhvalur, at á jakkanum hevur hann seymað ein Bóghvítuhval ogí rútinum í bilinum hjá Inga, er eisini ein Bóghvítuhvalur.

Eisini greiddiIngi Sørensen frá kavingum niðri á skipsvrakum, sum er enn ein annar heimur íUndirsjóvar-Føroyum.

Jú, Ingi kannsítt handverk og hann er ein brandur, sum er cool!

Í næstum kemurein spennandi bók út við hópin av myndum og frásagnum um undirsjóvarheimin hjáInga.