Team Klaksvík skal í morgin á útivølli móti H71 royna at endurtaka avrikið frá seinasta dysti, tá tað næstan rakk til stig.
Team Klaksvík skal í morgin á útivølli móti H71 royna at endurtaka avrikið frá seinasta dysti, tá tað næstan rakk til stig.
Team Klaksvík spældi sín klárt besta dyst seinast, tá tað akkurat ikki rakk til stig móti Kyndil á heimavølli. Tá taptu klaksvíkingar 28-26. Liðið hevur fingið munagóðan styrk í Zarko Pejovic, sum eisini hevur tikið sær av venjingini seinastu vikurnar. Hesaferð er trupul útidystur á skránni, tá H71 tekur ímóti í Hoyvíkshøllini. H71 liggur á triðja plássi í deildini, men hevur einans eitt stig upp til finalu pláss við einum dysti færri.
Dysturin í Hoyvíkshøllini byrjar leygarkvøldið kl. 18.00




