Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi ÍF venjarin ynskir álopsfótbólt

Jákup Ósá

Albert Ellefsen sigur við Norðlýsið, at hann leggur upp til at liðið eins og undir Abraham Løkin og Flemming Christensen fer at spæla álopssfótbólt í ár

Albert Ellefsen sigur við Norðlýsið, at hann leggur upp til at liðið eins og undir Abraham Løkin og Flemming Christensen fer at spæla álopssfótbólt í ár. – Men tað velst sjálvsagt um, hvussu sterk mótstøðuliðini vera og um vit sleppa hetta, sigur hann.

ÍF hevur gjørt stórar útskiftingar á liðinum í ár. Inn eru komnir Rudolf Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Bogi Reinert Petersen, Hanus Thorleifsson, Hendrik L. Rubeksen og Øssur Dalbúð. Farnir eru Bogi Løkin, Uni R. Petersen, Jan Ellingsgaard, Thomas Asmussen, Dánjal á Lakjuni og Karl Løkin. Ivamál hevur eisini verið við Bartal Eliasen, men sum nevnt í aðrari grein, so er Bartal byrjaður at venja og verður við ÍF í ár.

Ynskir álopsfótbólt

Albert Ellefsen er nýggjur venjari hjá ÍF, har hann eisini royndi seg í nakrar dystir í 2008. Seinastu árini hava fuglfirðingar spælt nakað av tí besta fótbóltsspælinum í landinum undir leiðslu av fyrst Abraham Løkin og síðani Flemming Christensen. Stendur tað upp til Albert, so verður konseptið tað sama.

– Abraham Løkin og Flemming Christensen hava vant liðið undanfarnu ár og spælt góðan álopsfótbólt. Hetta samsvarar ógvuliga væl við mátan, sum eg ynski at spæla uppá. Men sjálvandi velst tað um, hvussu sterk mótstøðuliðini vera og um vit sleppa hetta, sigur Albert við Norðlýsið.

Hann heldur, at ÍF hópurin er spennandi og at tað hevur eydnast at fingið líknandi typur sum eru farnar. Og so eru nakrir ungir fuglfirðingar, ið skulu mennast.

– Vit hava grund kjarnuna allan vegin upp eftir við Jákup Mikkelsen í málinum, Høgna Zachariassen og Bartal Eliasen í miðverjuni, Høgna Madsen og Nenad Saric á miðvøllinum og Clayton Soares og Øssur Dalbúð í álopinum. So ræður bara at byggja rundan um. Tá tú spyrt um teir ungu fuglfirðingarnar, so kann eg nevna Leivur Joensen, ið hevur roynst væl á høgra bakki. Hann er ikki av sterkastu leikarunum, men er tekniskt væl fyri. Og so vóna vit, at Ari Ellingsgaard slær til í ár, har ætlanin er at brúka hann á høgra kanti, sigur Albert.

Tætt frá 2 til 7

Tá vit koma inná vónir fyri kappingarárinum, so hevur Albert eins og tey flestu HB sum greiðan favoritt til FM heitið, men at stríðið aftanfyri verður tætt.

HB er greiður favorittur at vinna FM. Men aftanfyri er ringt at taka dagar ímillum liðini frá nummar 2 til nummar 7. HB hevur stabilitet og tað hevur KÍ eisini, men KÍ liðið er framvegis ungt og skal nokk hava eini 2 ár afturat. Men vit ætla sær at fara eftir Europa plássi, men tað verður ikki lætt, men tað er okkara greiða mál, tí tað er har, tað er stuttligt at vera. sigur Albert Allefsen at enda við Norðlýsið.

Hann leggur afturat, at burtursæð frá Høgna Madsen og Bartal Eliasen(eina dystin)so verður ÍF fullmannað til Klaksvíkskappingina.