Forsagnirnar boða frá góðveðri um vikuskiftið, tá árliga Klaksvíkskappingin fer av bakkastokki.
Forsagnirnar boða frá góðveðri um vikuskiftið, tá árligaKlaksvíkskappingin fer av bakkastokki.
Klaksvíkskappingin hevur onkuntíð verið darvað av veðrinum,men tað verður í øllum førum ikki leygardagin. Lítil og eingin vindur og út ádagin fer sólin møguliga at kaga fram. Góða veðrið eigur at gera, at kappingin i ennstørri mun kann brúkast sum barometur, nú einans tvær vikur eru til fyrstadystin í landskappingini.
Kl. 13.00 fer so fyrsti dysturin í gongd, tá vertirnir takaímóti meistarunum. Landsliðsleikararnir eru ikki við hjá liðunum, so tað merkirat KÍ verður uttan Páll A. Klettskarð, meðan EB/Streymur spælir uttan Pætur DamJacobsen og Arnbjørn Hansen. Sum skilst eru 19 leikarar úttiknir til KÍ hópin.
Kl. 15.15 verður dystur millum FM favorittarnir úr HB, iðmøta ÍF. HB hevur víst nærum ræðandi form í venjingardystunum, meðan ÍF hevur havttað meira trupult við nógvum nýggjum fólki, har hópurin kom seint uppá pláss.
Norðlýsið fer at fylgja kappingini ógvuliga tætt, har vitkoma við úrslitum, uppstillingum, málskjúttum og øðrum bæði leygardagin ogsunnudagin.




