Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta vikan á Kósini í eitt ár

Jákup Ósá

Fríðin Ziskason sigur, at Kósin væntandi kemur at arbeiða eini 500 tons hesa vikuna. Tað er tað mesta í eina viku síðani um somu tíð í fjør, sigur hann.

Fríðin Ziskason sigur, at Kósin væntandi kemur at arbeiðaeini 500 tons hesa vikuna. Tað er tað mesta í eina viku síðani um somu tíð ífjør, sigur hann.

 

Fleiri bátar hava landað í dag og seinni í vikuni komafleiri aðrir bátar á kósina. Fríðin Ziskason er virkisleiðari á Kósini.

         –  Vit hava tikið 250 tons inn á Kósina higartil ogvæntandi koma eini 250 tons inn afturat seinni í vikuni, tá fleiri bátar komainn at landa. Tað verður arbeitt í vaktum, men byrjar fyrra vaktin fyrr ennvanligt. Byrjað verður kl. 7, so vaktin arbeiðir til kl. 16.00 ella 9 tímar.Møguliga verður eisini arbeitt leygardagin. Men gongur tað væl, so klára vit atarbeiða eini 500 tons hesa vikuna. Prísurin fyri upsan er á góðari leið ogbátarnir hava fingið nógv hesa seinastu vikuna, so tað er hugaligt í løtuni,sigur Fríðin Ziskason við Norðlýsið. Hann sigur, at væntandi verður hetta bestavikan í eitt ár hjá Kósini, tá tað kemur til nøgd av fiski.