Kúlubøkan er framvegis á Vágni. Aftanfyri Safir stóð ein ótrúliga stór og tøtt seiðamurtatorva, og tá Safir fór frá og flutti vesturum, kom kúlubøkan.
Tað var spennandi at standa á sunnara enda á Kósabrúnni í kvøld og eygleiða kúlubøkuna. Kameraið hjá mær vildi ikki tað, eg vildi, men við góðum vilja hómast hon á eini mynd.
Men vit sum stóðu har, sóu hvussu seiðamurtarnir trongdust aftanfyri Safir, sum lá við skrúvu, so skjótt Safir fór frá, var kúlubøkan har í sínum veldi og fekk sær helst eitt tiltrongt máltíð. Hon var ótrúliga kring í vendingini hetta stóra dýrið, sum sær klossugt út og sum sýnist onki at sansa.
Vit sóu hana einar tríggjar ferðir koma framvið, og sópa ternumurtar í seg, men tá so Grønanes kom og legði seg á plássið hvarv hon aftur, og ternumurtarnir sum sluppu undan álopinum aftaná Safir, liggja nú uppi undir reyvini á Grønanes. Grønanes verður teirra verja so leingi hann liggur. Helst liggur kúlubøkan og bíðar til næsta álop.
(klára myndin av kúlubøkuni var tikin fyri nøkrum døgum síðani)




