Aftur í ár var heilsucafé á skránni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í samabnd við Torradagar.
Aftur í ár var heilsucafé á skránni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í samabnd við Torradagar.
Hettar hevur verið ein fastur táttur í Torravikuni og ar caféin sera vælvitja í ár.
Millum 220 og 250 høvdu leitað sær út at fáa mált teirra blóðtrýst, blóðsukur , fingu gjørt lungatest og mált teirra BMI og gjørt konditest.
Sum Jona Nielsen ,fyrstøðukvinna legði dent á tá hon bjoðaði vælkomin, so var hettar eitt gott tilboð, at kunna koma ein leygardag, tá tú hevði frí og uttan at skula biðja um tíð frammanundan at fáa mált hesi grunnleggjandi virðir.
Hettar eru sera einklar kanningar,men tær eru so sigandi fyri okkara heilsustøðu, og um tey ikki eru í lagi, er tað sera umráðani at koma í viðgerð .
Karsten Hansen , landstýrismaður í Heilsumálum setti Heilsucaféina, og kom innn á tann nýggja heilsureformin , ið ætlanin var at fremja.- Um týdningin heilsufremjan og fyribyrgjan.
Møguleiki var eisini hjá fólki at fáa kunning frá starvsfólki frá Diabetes,- lungna- og ryggjaambulatorie.
Tað vóru mong, ið nýtti hettar høvi, – fingu nærri upplýsing um teirra sjúku og
kunnandi faldara um teirra sjúku.
Kl. 15.30 helt Jóhanna Andreassen fyrilestur undir heitinum
“Lívsdygd hóast kroniska sjúku”
Ein sera áhugaverdur fyrilestur um hvussu týdningarmikið tað er at hava ein positivan hugburð.
Sum altíð hevði køkurin rættiliga gjørt sær ómak, har var alskins heilsugott at fáa. Ein sera flott borð sum var ein fragt fyri eygað.-
Eitt sera vælvitjað tiltak , og løgdu fólk dent á, at tey vóru sera glað fyri henda møguleika og momg vóru tey, ið søgdu seg koma her á hvørjum árið.




