Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing

Tíðindaskriv

Tórshavnar Kommuna hevur í fjølmiðlunum harmast um manglandi játtanir til Boðanesheimið. Ein kann fáa ta fatan, at játtanin til Boðanesheimið er skerd, og at heimið er álagt at spara. Tað er ikki rætt.

TórshavnarKommuna  hevur í fjølmiðlunum harmast ummanglandi játtanir til Boðanesheimið.  Einkann fáa ta fatan, at játtanin til Boðanesheimið er skerd, og at heimið erálagt at spara. Tað er ikki rætt.

Boðanesheimiðlat upp 1. desember 2012. Upprunaliga varð roknað við, at Boðanesheimið lat upp1. oktober 2012 við 64 plássum, men orsakað av seinkingum lat heimið upp 1.desember við 16 plássum. Heimið fekk tó játtan fyri 64 pláss frá fyrsta degi,tí atlit varð tikið til, at seinkingar kunnu geva eina meirútreiðslu í mun tildagsprísin.

Játtanintil Boðanesheimið er roknað eftir sama dagssatsi, sum er galdandi fyri øll teynýggju røktarheimini. Tað er tí ikki rætt, at fíggjarkarmurin á Boðanesheiminumer lægri enn á líknandi stovnum í landinum. Játtanin til røktarheim verðurroknað út frá samlaðu játtanini til øll røktarheimini, býtt eftir samlaðabúfólkatalinum í landinum. Fyrsta árið eitt røktarheim letur upp, verðurframrokningin til fíggjarlógina roknað við støði í vanliga dagsprísinum og talav búfólkum á røktarheiminum.  Hetta ergaldandi fyri játtanina til heimið á Grønanesi í Vestmanna, Hamragarð íVági,  nýggja røktarheimið í Klaksvík ogBoðanesheimið. Eingin sparing er áløgd í mun til játtanina í 2012.

Tórshavnar Kommunaharmast somuleiðis um, at ongir pengar eru til demens og dagtilhald í ár.

Øllrøktarheim og eldrasambýli hava fólk við sjúkuni demens inni á heiminum.  Áðrenn avgerð kann takast um játtan til fleiridemenspláss , verður ein heildarmeting gjørd av tørvinum í viðkomandi øki, einsog atlit verður tikið til, hvørji onnur tilboð eru í kommununi, og um møguleikier fyri skynsamari rakstri.

Samanlagteru 459 røktarheimspláss í landinum, umframt at nýtt røktarheim letur upp í Klaksvík í ár. Av hesum eru 86pláss,  sum hava fingið játtað hægridagsprís til búpláss til dement.  Av teimumeru 42 í Suðurstreymi,  umframt at tað ísama øki er serlig  játtan til dagtilboðtil dement á Stjørnulon,  Tjarnargarði ogá Vallalíð. Harumframt er vanligt dagtilhald á Láargarði til 30 fólk. Leggjastkann afturat, at í Suðurstreymi eru næstflest búpláss til dement í landinum ímun til fólkatalið yvir 67 ár.

TórshavnarKommuna hevur latið Almannaverkinum umsókn um hægri játtan til búpláss tildement og verður umsóknin í løtuni viðgjørd.

Almannaverkið

 

Harleyfacadeacryl