Vit eru stolt av at eiga teg sum borgara í Hvannasundi, segði borgarstjórin Katrin Næs í røðu síni. Eisini landstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, røddi og bar ein heilsan til Livar frá Føroya Løgmanni.
Vit eru stolt av at eiga teg sum borgara í Hvannasundi, segði borgarstjórin Katrin Næs í røðu síni. Eisini landstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, røddi og bar ein heilsan til Livar frá Føroya Løgmanni.
42 ára gamli Livar Nysted úr Hvannasundi settist við árarnar umborð á róðrarbátinum Avalon í Puerto Mogan á Grand Canaria og í samfull 35 samdøgur róðu teir 5000 km tvørtur um Atlantshavið til Port st. Charles í Barbados. Hóast málið var at rógva trúrin undir 30 dagar og seta heimsmet, so greiddi Livar frá at hetta ikki var høvuðsorsøkin til at hann fór undir ferðina.
Tað er altið gott at seta heimsmet og taki eg sjálvandi møguleikan tá hann býðst, men tað er bara soleiðis at tú veist ongantíð hvussu ein slíkur túrur ferð at eydnast.
Og beinanvegin fingu vit trupuleikar við bátinum. Av tí at tað dróg út við at byggja bátin fingu vit ongantíð veruliga testa bátin áðrenn sjálvan túrin og longu fyrsta dagin høvdu vit trupuleikar av lekum og at vatnframleiðarin ikki virkaði sum hann átt. Baði kjølur og róður brotnaðu á ferðini og tað gjørdi at vit noyddust at stýra við ár part av túrinum. Sera trupult var at rógva uttan kjøl seinastu 1000 km men eitt sum vit ikki høvdu rokna við var at vit fingu rákið ímóti okkum stóran part av túrinum.
Umframt borgarstjóran og landsstýrismannin í mentamálum, røddi eisini formaðurin í Róðrarsamandinum og Absalon í Buð, sum er gubbi Livar.
Nógv fólk var samankomið til samkomuna í Skúlanum á Fossánesi at fagna enn einum bragdi hjá sjófararanum og ævintýrarinum Livar Nysted




