Tað var ein sera hugnalig løta í kirkjukjallaranum í Klaksvík í gjár. Eg kendi so gott sum hvønn einasta ein aftur. Stuttligt, at tit vóru so fjølment og áhugað. Serliga hugaligt er at síggja so mong í senn.
Tað var ein sera hugnalig løta í kirkjukjallaranum í Klaksvík í gjár. Eg kendi so gott sum hvønn einasta ein aftur. Stuttligt, at tit vóru so fjølment og áhugað. Serliga hugaligt er at síggja so mong í senn. Síðani Undirsjóvartunnilin kom er ikki gjørligt at síggja so mong í senn, um ikki tú kemur norð til eina jarðarferð ella so. Í ár verða 50 ár, síðani kirkjan í Klaksvík var vígd, minnist sera væl tann dýrdardagin, har sólin skein oman og niðan. Fólk komu úr øllum Føroyum at hátíðarhalda dagin – umframt danski kongurin. Eitt framúr kór, stjórnað av Hans Jacob Højgaard sála, sang Zions datter.
Tá var ein Hanus á Gørðum til í Klaksvík, og hann var abbi Hanus prest. Havi hugsað um lesipultin eg stóð við í kirkjukjallaranum. Haldi meg bera kensil við hann, nú eg eri komin til hús. Var tað veruliga hann úr gomlu kirkju, ið stóð høgru megin altarið við tann veggin har klokkari og deknur – Argjamagnus og gamli Samson – sótu? Síggi gamla Samson bera hann so varliga yvir á kórsgáttina, tá hann skuldi lesa inngangsbøn ella lestur og seta hann aftur, tá biðisløgini vóru av. Pulturin hevði sama lit sum hann í gjár.
Kanska onkur vil gera so væl og svara hesum spurningi.
Blíðar heilsanir og takk fyri seinast.
Karin Kjølbro




