Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv:15 umsóknir til ungdómssendingina “Ó-beinleiðis”

Tíðindaskriv

Ó hevur seinastu vikurnar søkt eftir ungum og frískum vertum til ungdómssendingina “Ó-beinleiðis”, ið verður á Rás2 í vár.

Ó hevur seinastu vikurnar søkt eftir ungum og frískum vertum til ungdómssendingina “Ó-beinleiðis”, ið verður á Rás2 í vár.

– Ikki kann sigast annað enn, at stórur áhugi hevur verið fyri sendingini, tí vit hava fingið 15 seriøsar umsóknir. Uppaftur fleiri hava sett seg í samband við okkum, har tey ynsktu nágreiniligari upplýsingar um sendingina, sigur Hanus Samró, ið hevur tikið stig til sendingina.

Ungdómssendingin “Ó-beinleiðis” snýr seg í stuttum um at varpa ljós

á lesandi og ungdómsrørslur í Føroyum. Alt frá næmingum, ið íðka seriøsan ítrótt ella tónleik og list til politisku ungmannafeløgini, sum fáa almennan pall, har møguleiki verður at royna seg í almenna rúminum.

Harafturat verður dentur lagdur á Setrið, har studentar fáa møguleikan at greiða frá kanningum, sum hava við føroysk viðurskifti at gera, eins og dentur verður lagdur á ymisku ungdómsrørslurnar í Føroyum.

Hetta verður eitt føroyskt alternativ til Ghetto Føroyar, sigur Hanus Samró. – Um vit skulu røkka endamálinum, er neyðugt við frískum og framfýsnum vertum, sum bæði skulu duga at undirhalda, men so sanniliga eisini at halda støðið á einum høgum og akademiskum støði.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í vikuni, áðrenn umsøkjararnir verða bidnir um at koma til samrøðu. Um alt gongur eftir ætlan, verður ungdómssendingin “Ó-beinleiðis” at hoyra á Rás2 í mars.

Sendingin verður í samstarvi við Føroya Ungdómsráð og Fróðskaparsetur Føroya.