Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddbjørn lovar álopsfótbólt

Norðlýsið

– Vit fara at leypa á frá fyrsta bríksli sunnudagin móti B36, og tað er meiningin at vit skulu eisini gera í 27 dystum, sigur Oddbjørn Joensen venjari hjá HB.

         Vit fara at leypa á frá fyrsta bríkslisunnudagin móti B36, og tað er meiningin at vit skulu eisini gera í 27 dystum,sigur Oddbjørn Joensen venjari hjá HB.

HB er av mongum mett sum besta boðið uppá ein FM vinnara íár. Oddbjørn hevur ikki so stórar trupulleikar við tí, tí hetta er ein vanligstøða hjá HB. Hann heldur, at fleiri onnur lið er góð boð uppá ein FM vinnara.

           – HB hevur altíð sum mál at vinna FM heitið ogvinna steypakappingina. So hetta er ikki nakað nýtt og eg merki ikki nakaðóvanligt í felagnum til dagligt. Trýstið er ikki størri enn vanligt. Vit havaeitt gott lið og ein breiðan hóp uppá 23 góðar leikarar. Men eg haldi ikki, atvit eru stórir FM favorittar. NSÍ, Víkingur og EB/Streymur kunnu øll vinna FMog tað kann KÍ fyri tann skyld eisini, tí teir endaðu sum nr. 4 í fjør, sigurOddbjørn Joensen við Norðlýsið.

 

Álopsfótbóltur

HB fer ikki inn at spæla varið spæl sunnudagin í fyrstaumfarinum móti grannunum úr B36, lovar Oddbjørn.

          –  Nei vit fara at spæla sum vit hava lagt upp tilí ár. Vit leypa á frá fyrsta bríksli, taka kjansir og vilja hava bóltin. Mentað verður ein torførur dystur móti grannunum úr B36, tí hesir dystir eru altíðtættir. Serliga teirra álopspartur sær sterkur út, so tað er har, at vit skuluansa eftir, sigur Oddbjørn Joensen, ið væl sær fyri sær ein málríkan dystsunnudagin.

Hjá HB hevur Heini Vatnsdal leikbann, meðan Rógvi Holm ersjúkur og ikki fær spælt fyribils. Enn er óvist, hvussu leingi Rógvi má sitauttanfyri.