Keypir tú bensin frá Magn á nátt, kann konto tín vera trekt fyri 5000 krónur um tú ikki lesir tað,sum stendur við smáum niðanfyri, og vilt tú ikki tað, so kanst tú bara lata bilin standa við pumpuna til dagin eftir.
Ein ung genta, ið fór á Magnstøðina í Klaksvík at keypa fyri 240 krónur í bensini, fekk ein hvøkk dagin eftir, tá hon skuldi gjalda fyri ein ferðaseðil.
Eg vitsti, at eg hevði knappar 6000 krónur á kontoini tá eg keypti bensin á Magnstøðini í Klaksvík tá klokkan var farin av miðnátt hetta kvøldið. Eg skuldi gjalda ferðaseðil dagin eftir, og fór tí inn á ferðastovuna at ordna hetta, men eg gjørdist ikki sørt skakk og øðrkymlað, tá eg varnist, at ongin dekningur er á kontoini, fyri teim 5000 krónunum eg skuldi gjalda.
So í deildina hjá Føroya Banka her at spyrja meg fyri. Tey kendust ikki við hetta, og søgdu mær, at tað sá út sum um at Magn hevði sperra kontoina fyri 5000 krónur.
Umsíður kom fram, at orsøkin var, at PBS, sum Magn samstarvar við, tekur 5000 krónur í trygd fyri at loyva tær at brúka títt mastercard í automatini. Hetta sigur telduskermurin á pumpuni onki um tá tú brúkar kortið, men niðanfyri er klistraður ein lepi við lítlari skrivt, ið boðar frá hesum.
Gentan, sum Automatin hjá Magn rændi fyri 5000 krónur var sjálvandi ólukkulig, og betur gjørdist tað ikki, tá hon fekk at vita, at tað komu at ganga 8 – 12 dagar ella í ringasta føri 40 dagar til hon fekk tær 5000 krónurnar leysgivnar aftur.
Mamman at gentuni brúkti stóran part av degnum eftir at hjálpa henni at fáa pening til ferðaseðilin, ið skuldi gjaldast áðrenn evstamark. Her fingu tær báðar góða hjálp frá BankNordik.
Mamma gentuna sigur við Norðlýsið, at tey hava fingið upplýst frá Effo, at slíkt hendir ikki har hjá teimum, og Norðlýsið tók eisini eina mynd av pumpuni hjá Effo, men har var onki skrivað við “smáum”.




