Eldrasamkoman í Betesda
fríggjadagin kl. 15
Á Eldrasamkomuni Í Betesda fríggjadagin 15. mars kl. 15, fer Osmund Justinussen, at hugleiða um sambandið millum Leirvík og Klaksvík í farnum tíðum og upp til okkara dagar.
Eisini fara Monika Stauss Joensen og Dánjal Eysturstein at spæla nøkur løg á violin og flygil.
Sum vanligt verður felagssangur, ein góður drekkamuður og eisini verður høvi til eitt gott prát, har eldri kunnu tosa um felags áhugamál.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




