Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja farleiðin til Evropeiska meginlandið stóran týdning fyri alt norðurøkið

John William Joensen

Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um at FAROE SHIP hevur gjørt av at Norðhavnin í Ánunum verður partur av siglingarleiðini hjá flutningsfelagnum til Evropeiska meginlandið.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um at FAROE SHIP hevur gjørt av at Norðhavnin í Ánunum verður partur av siglingarleiðini hjá flutningsfelagnum til Evropeiska meginlandið.

Eg kann bara fegnast um at undanfarin býráð hava sæð stóra týdningin av at gera íløgur í umstøðurnar í Norðhavnini og haldi eg eisini at arbeiði hjá Klaksvíkar Havn at marknaðarføra Norðhavnina eisini hevur havt stóran týdning. Tað er sera nógv virksemið í Norðhavnini í dag og eru óavmarkaðir møguleikar fyri at byggja út og harvið menna vinnuvirksemið.

Sum borgarstjóri fegnist eg um avgerðina hjá Faroe Ship og kemur hetta uttan iva at hava stóran týdning fyri virksemið í økinum.