Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú eru góð ráð dýr – ella eru tey nú tað

Oliver Joensen

Hesir seyðirnir standa úti á Melini í Saksun. Vit sum sóu teir standa har og blátt hav kring teir, hildu at teir vóru komnir í óføri. Men so er alst ikki, sigur Páll Svartá, bóndi: \”Seyðurin svimur sum kópur\” leggur hann afturat og flennir.

 Jósup Davidsen av Norðoyri eigur hesar myndirnar, og hann hevði verið ein túr í Saksun og sæð tilburðin tá seyðurin svam av Maluni og inn á land, ein sjón, í flest vit onnur lítið og onki hava sæð til.

Tá vit ringdu til Páll Svartá at fregnast, segði hann okkum, at hann plagdi at geva fylginum, sum kom oman úr Gróðdali, úti á maluni. Seyðurin bleiv tíðum fangaður av flóðini, men tað helt honum ikki aftur, ærnar svumu sum kópur inn á land aftur eftir eina góða máltíð á Maluni.

Páll Svartá segði annars, at hann metti seyðin at vera sera væl fyri, nú tað so smátt byrjar at vára. Veturin hevur verið av teim bestu, og tað sæst aftur á seyðinum. Um tað skuldi komið kavi enn, so er so langt útliðið nú, at fosturið hjá ærnum er somikið stórt, at tað klárar væl og virðiliga eitt nos um tað skal vera, helt Páll Svartá, bóndi í Saksun.

Harleyfacadeacryl