Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag

Á aðalfundinum 16. mars 2013 – Føroya Pedagogfelag

Løn og arbeiðsumstøður hjá limunum í Pedagogfelagnum mugu betrast, um teir ikki skulu rekast av landinum.

Føroyar eru sum meginparturin av heiminum í einum búskaparligum aldudali, og nógvar staðir í samfelagnum sansar at.

Men nógv tann størsti trupulleikin er fólkafráflytingin og minkingin í fólkatalinum. Serliga eyðsýnd er fráflytingin av kvinnum í burðarførum aldri. Her er ikki bara talan um ein aldudal, men um eina veruliga kreppu, sum fer at enda í eini vanlukku fyri Føroya land, verður hon ikki steðgað.

Tað er í ljósinum av hesi støðu, at Føroya Pedagogfelag hevur hildið sín aðalfund og fyrireikar seg til sáttmálasamráðingarnar í heyst.

Tað er ein sannroynd, at limirnir hjá felagnum eru ein absoluttur láglønarbólkur í Føroyum anno 2013. Hetta hóast samfelagstýdningurin hjá hesum yrkisfakbólki er sera grundleggjandi og øktur ógvusliga seinastu árini og framhaldandi økist. At kalla øll børn eru á dagstovni í dag, tí bæði foreldrini mugu arbeiða úti. Og tørvurin á pedagogum til serstovnaøkið er eisini vaksandi, tí talið av brúkarum her økist.

Kortini hevur tað sera lága raðfesting hjá kommunalu- og landsalmennu myndugleikunum, ið vara av at kalla øllum teimum pedagogisku arbeiðsplássunum í Føroyum, at betra um umstøðurnar hjá pedagogum og pedagoghjálparfólki.

Hetta er galdandi, bæði tá tað snýr seg um lønarlag, arbeiðsumhvørvi – ikki minst tað sálarliga arbeiðsumhvørvið – og umstøðurnar hjá teimum, sum eru undir útbúgving til pedagog.

Hetta ger, at lutfalsliga nógvir limir í Pedagogfelagnum gera av at arbeiða niðursetta tíð, fyri at sleppa undan at verða útslignir av strongd. Fyri aðrar er galdandi, at tað bert ber til at arbeiða niðursetta tíð, tí lága almenna raðfestingin merkir, at ongi ella ov fá fulltíðar pedagogisk arbeiðspláss eru á staðnum.

Samstundis sum limirnir í Pedagogfelagnum eru lægst lønti fakbólkurin í landinum, so er hann eisini størstur, og miðalaldurin er lágur. Hetta átti at tendra ávaringarlampurnar hjá myndugleikunum, tí tað fellur ofta lætt hjá ungum, væl útbúnum, lágløntum fólki at skrykkja røturnar upp og flyta av landinum, tá umstøðurnar heima gerast sjónliga so nógv verri enn í grannalondunum. Og tann støðan er longu íkomin.

Nógv tann størsti parturin av limunum í Pedagogfelagnum er kvinnur, og tann størsti parturin av teimum er kvinnur í burðarførum aldri

Tað er hetta fólkatilfeingið, ið skal føða komandi ættarliðini, sum føroyska samfelagið er í ferð við at reka av landinum. Skulu vit tryggja støðufestið hjá hesum kvinnum, má lønarlagið lyftast serliga fyri henda fakbólk.

Tí vil Føroya Pedagogfelag koma við eini inniligari áheitan á myndugleikarnar um at hugsa um hetta, tá sáttmálasamráðingarnar aftur skulu vera í heyst. Ein uppraðfesting av námsfrøðiliga arbeiðinum er ein íløga í famtíðina. Tað er lættari at taka hond um børnini, enn at rætta upp á tey tá tey eru vaksin.

Kravið hjá okkum er, at lønin verður lyft, so hon samsvarar ábyrgd og arbeiðsbyrðu, og at størri dentur verður lagdur á at skapa eitt sunt og mennandi arbeiðsumhvørvi allar staðir, har pedagogar og pedagogisk hjálparfólk starvast.

Eins væl og hesi krøv verða sett av Føroya Pedagogfelag, eiga tey at verða eitt samfelagskrav at tryggja, at føroyingar fram eftir aftur fara at støðast í Føroyum.

Tað er fortreytin fyri, at tað yvirhøvur verða føroyingar at bera boð í bý í komandi tíðum.

Á aðalfundinum 16. mars 2013

Føroya Pedagogfelag