Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sigur í stuttari viðmerking at um tað er rætt at prísreguleringin av blokkinum er tikin við í Fíggjarkarmarnar fram til 2018, so hevur Fólkaflokkurin slept øllum tjóðskaparstríði fyri at sæta sær og sínum

Í dag er samgongufundur um Fíggjarkarmarnar fram til 2018 og sambært keldum skal prísreguleringin av blokkinum verða tikin við í fíggjarkarmarnar har roknað verður við eini hækking í blokkinum fram til 2018.
– Er hetta rætta so er mín stutta viðmerking at samgongan og serliga Fólkaflokkurin hevur eti bláseym. Verður hetta veruleiki – so hevur Fólkaflokkurin slept øllum tjóðskaparstríðið til frama fyri at sæta sær og sínum, sigur formaðurin í størsta andstøðuflokkinum Tjóðveldi.