(Samanbering) Heili 14 fleiri mál eru skotin í Effodeildini í ár enn eftir tvey umfør í fjør. Sostatt bendur okkurt á, at álopsfótbólturin kemur at vinna á verjufótbóltinum í ár.
Eins og í fjør, so eru klaksvíkingar best til at skjóta mál. Seks mál hava teir bláu skorað higartil, men tað eru eisini fleiri onnur lið, ið hava skorað nógv mál og spælt álopsfótbólt. B36 og EB/Streymur hava skorað fimm mál.
Samanbera vit við tølini fyrstu tvey umførini í fjør, so lovar hetta gott fyri kappingina í ár. Tí bara uppá tvey umfør hava vit sæð heili 14 mál fleiri enn í fjør. Teir flestu venjararnir hava eisini boðað frá, at teir ynskja álopsfótbólt frá teirra liðum. Halda teir orð og hesi tvey fyrstu umførini vera eftirfarandi, so kunnu áskoðararnir síggja fram til stórt undirhaldsvirði í ár, um tað er mál ein vil síggja. 3,6 mál eru skotin higartil í miðal pr. dyst og tað er óvanliga høgt tal.
Hagtøl:
1.umfar:
2012: 12 2013: 15
2.umfar:
2012: 10 2013: 21
Tilsamans um somu tíð:
2012: 22 2013: 36
Miðal mál pr. dyst: 3,6




