Fyri stuttum keypti kommunan KÍ-høllina og Badmintonhøllina, sum við hesum hava sama eigara, og longu nú byrjar samanleggingin at síggjast aftur, við at hallirnar verða bygdar saman.
Fyri stuttum keypti kommunan KÍ-høllina og Badmintonhøllina, sum við hesum hava sama eigara, og longu nú byrjar samanleggingin at síggjast aftur, við at hallirnar verða bygdar saman.
Samanbyggingin av KÍ-høllini og Badmintonhøllini verður liðugt til North Atlantic Fish Fair (NAFF) 2013, sum verður í KÍ-høllini og Badmintonhøllini í døgunum frá 9. til 11. apríl 2013.
Talan er um eina samanbygging, sum er rímiliga breið, soleiðis at ferðslan millum hallirnar kann fara fram ótarnað, og harumframt fevnir millumbygningurin um eitt goymsluhøli.
Sum skilst, er henda samanbyggingin av ítróttarhallunum báðum fyrsta stig av fleiri í einari heildarætlan, sum arbeitt verður við fyri ítróttarøkið.




