Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Indiski sendiharrin hitti løgmann

Tíðindaskriv

Um middagsleitið í dag hitti indiski sendiharrin til Danmarkar, Ashok Kumar Attri, løgmann í Tinganesi.

Um middagsleitið í dag hitti indiski sendiharrin til Danmarkar, Ashok Kumar Attri, løgmann í Tinganesi. 

Á fundinum umrøddu løgmaður og sendiharrin viðurskiftini í India og í Føroyum og sínámillum samstarv. Indiski sendiharrin vísti stóran áhuga fyri góða infrastrukturinum í Føroyum og vindorku. Sendiharrin ynskti at samstarva við Føroyar á fleiri økjum. Serligur dentur varð lagdur á samstarv um havfrøðiliga gransking og um mentanarligt umbýti t.d. konsertir, fyrilestrar og frálæru í skúlum. Sendiharrin er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum. Undir ferðini skal hann m.a. vitja Thor í Hósvík, Hiddenfjord í Sørvági og Bank Nordic í Havn. Sendiharrin kom mánadagin 25. mars og fer av landinum aftur hósdagin 28. mars.