Við at vinna bæði síni talv hósdagin 28. mars, heldur Eyðun Nolsøe fast í FM-vónunum, men enn eru tveir torførir dystir eftir, har tann fyrri er ímóti Ólavi Simonsen, sum hósdagin fyrst vann á Carl Eli, men síðan tapti fyri Hans Kristiani Simonsen og harvið sær út til at hava mist FM-møguleikan.
Við at vinna bæði síni talv hósdagin 28. mars, heldur Eyðun Nolsøe fast í FM-vónunum, men enn eru tveir torførir dystir eftir, har tann fyrri er ímóti Ólavi Simonsen, sum hósdagin fyrst vann á Carl Eli, men síðan tapti fyri Hans Kristiani Simonsen og harvið sær út til at hava mist FM-møguleikan.
Hevði Ólavur Simonsen havt vunnið á Hans Kristiani Simonsen í 7. umfari, so hevði dysturin ímillum Eyðun Nolsøe og Ólav Simonsen í morgin, fríggjadagin, fyri báðar verðið eitt slag av hálvfinalu um føroyameistaraheitið.
Tað er hesin dysturin framvegis fyri Eyðun, sum liggur á odda við 6,5 stigum, hálvt stig framman fyri Olaf Berg og Martin Poulsen.
Spenningurin er nú í hæddini, og tað er eyðsýnt, at menn satsa, tí hósdagin endaði einki talv við javnleiki.
Støðan eftir 7 umfør – Landsliðsbólkurin:
1 Nolsøe Eyðun 5.5
2 Poulsen Martin 5.0
3 Berg Olaf 5.0
4 Nielsen Høgni Egilstoft 4.5
5 Simonsen Ólavur 4.0
6 Simonsen Hans Kristian 3.5
7 Samuelsen Carl Eli Nolsøe 3.0
8 Hansen Herluf 2.0
9 Vang Finnbjørn 2.0
10 Brekká Hanus 0.5
6. umfar, 28. mars 2013 kl. 10.00 – Landsliðsbólkurin:
Vang Finnbjørn 0 – 1 Nielsen Høgni Egilstoft
Brekká Hanus 0 – 1 Poulsen Martin
Hansen Herluf 1 – 0 Berg Olaf
Samuelsen Carl Eli Nolsøe 0 – 1 Simonsen Ólavur
Simonsen Hans Kristian 0 – 1 Nolsøe Eyðun
7. umfar, 28. mars 2013 kl. 17.00 – Landsliðsbólkurin:
Nolsøe Eyðun 1 – 0 Vang Finnbjørn
Simonsen Ólavur 0 – 1 Simonsen Hans Kristian
Berg Olaf 1 – 0 Samuelsen Carl Eli Nolsøe
Poulsen Martin 1 – 0 Hansen Herluf
Nielsen Høgni Egilstoft 1 – 0 Brekká Hanus
Í 8. umfari fríggjadagin kl. 14.00 møtast telvararnir soleiðis:
Vang Finnbjørn – Brekká Hanus
Hansen Herluf – Nielsen Høgni Egilstoft
Samuelsen Carl Eli Nolsøe – Poulsen Martin
Simonsen Hans Kristian – Berg Olaf
Nolsøe Eyðun – Simonsen Ólavur




