Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM í talvi – verður Janus unglingaføroyameistari?

Nordlysid

Í morgin, páskaaftan, fellur avgerðin, hvør verður unglingaføroyameistari 2013, har tað stendur ímillum Eli W. Finnson og Janus Skaale, sum undan finaludegnum liggur ½ stig framman fyri kappingarneytan.

Í morgin, páskaaftan, fellur avgerðin, hvør verður unglingaføroyameistari 2013, har tað stendur ímillum Eli W. Finnson og Janus Skaale, sum undan finaludegnum liggur ½ stig framman fyri kappingarneytan.

 

Páskaaftan fellur avgerðin, um tað verður navnið Janus Skaale ella Eli W. Finnson, ið skal leggjast aftrat nøvnunum á teimum, sum higartil hava vunnið føroyameistaraheitið fyri unglingar.

 

Her sigur søgan millum annað frá, at niðanfyri standandi persónar hava vunnið hetta fræga heitið:

 

1993: Tummas Martin Sólsker

1994: Finnbjørn Vang

2002: Rógvi Mortensen

2003: Rani Baldursson

2004: Helgi Dam Ziska

2005: Rógvi Dragaberg

2006: Rógvi Egilstoft Nielsen

2007: Hjalti Toftum Jógvansson

2008: Herborg Hansen

2009: Heiðrikkur T. Jacobsen

2010: Sára Traber Olsen

2011: Silas Eyðsteinsson

2012: Rúni T. Jacobsen

 

Støðan áðrenn seinasta umfar – Unglingabólkurin:

1 Skaale Janus 5.5

2 Finnson Eli W. 5.0

3 Bertholdsen Bjarki 4.0

4 Weihe Ragnar 3.5

5 Fjallheim Áron Reinert 3.0

6 Fjallheim Leif Reinert 2.0

7 Jacobsen Mikkjal A. 1.0

8 Fjallheim Benjamin Reinert 0.0

 

Sostatt eru tað nú bert Janus og Eli, ið kunnu vinna føroyameistaraheitið.

 

Um Eli vinnur sítt talv, sum er ímóti Ragnar Weihe, má Janus eisini vinna sítt talv ímóti liðfelaganum í Klaksvíkar Talvfelag, Bjarka Bertholdsen, um hann skal vinna FM uttan umdyst.

 

Ein javnleikur millum klaksvíkingarnar vil hinvegin gera tað neyðugt við umdysti um føroyameistaraheitið millum Janus og Eli, um altso Eli megnar at vinna á Ragnari Weihe.

 

Alt verður avgjørt páskaaftan, 30. mars 2013, í Argja Skúla, har telvararnir í unglingabólkinum møtast soleiðis í seinasta umfari í FM-kappingini, sum byrjar fyrrapartin kl. 10.00:

 

Benjamin Reinert Fjallheim – Áron Reinert Fjallheim

Leif Reinert Fjallheim – Mikkjal A. Jacobsen

Janus Skaale – Bjarki Bertholdsen

Eli W. Finnson – Ragnar Weihe

 

Jú, spenningurin er sera stórur.