Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rani Baldursson FM-gull í 1. bólki – fyrsta úrslit av nýggjari byrjan

Nordlysid

Fyri 10 árum síðan vann Rani Baldursson sum 16 ára gamal FM-heitið fyri unglingar, men gjørdi síðan ikki so nógv við telvingina í nøkur ár – til nú, og tað er longu byrjað at geva úrslit!

Fyri 10 árum síðan vann Rani Baldursson sum 16 ára gamal FM-heitið fyri unglingar, men gjørdi síðan ikki so nógv við telvingina í nøkur ár – til nú, og tað er longu byrjað at geva úrslit!

 

 

Tað vóru tríggir telvarar úr Klaksvíkar Talvfelag, sum vunnu heiðursmerki í júst loknu FM-kappingini fyri einstaklingar. Ein av hesum er 26 ára gamli Rani Baldursson, sum vann gull í 1. bólkinum, ið er tann næst sterkasti bólkurin í kappingini.

Tað eru nú 10 ár síðan, at Rani sum 16 ára gamal vann føroyameistaraheitið fyri unglingar í 2003, sum var ein staðfesting av góðu evnum hansara til at telva.

 

Nakað eftir hetta gavst hann at gera so nógv við telvingina, og av hesi orsøk hevur tað verið longri millum góðu úrslitini seinnu árini.

 

Men nú er hann aftur byrjaður at studera telving, samstundis sum hann í vetur, saman við Peturi Hans Poulsen og Tummas Martin Sólsker, hevur verið venjari hjá teimum yngru telvarunum í Klaksvíkar Talvfelag. Hann hevur annars altíð verið ein partur av felagnum, altíð til at heita á o.sfr.

 

Rani er fastur maður á næstbesta liðnum hjá Klaksvíkar Talvfelag, og millum liðfelagarnar hevur tað hevur verið mett sum ein spurningur um tíð, áðrenn hann fór at gera eitt ratinglop upp eftir styrkilistanum.

 

Rani verður mettur at vera ein evnaríkur telvari, og vónandi fer sigurin um páskirnar at geva honum áræði og hug til at gera enn meira við telvingina.

Norðlýsið ynskir Rana hjartaliga tillukku við FM-gullinum í 1. bólki.