Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FISH FAIR NEWS: Blandar seg uppí tá tað gongur væl

Jákup Ósá

Kristian Martin Rasmussen er bjartskygdur um framtíðina hjá felagnum handan nóta bátarnar Norðborg og Christian í Grótinum. Men hann kundi ynskt sær ein greiðan fiskivinnu politikk framyvir og helst uttan tilfeingisgjald. – Politikarnir tosa nógv um vinnurnar, ið hava tað gott, men gloyma teir bólkarnar, har stórir trupulleikar eru, heldur hann.

Kristian Martin Rasmussen er bjartskygdur um framtíðina hjá felagnum handan nóta bátarnar Norðborg og Christian í Grótinum.  Men hann kundi ynskt sær ein greiðan fiskivinnu politikk framyvir og helst uttan tilfeingisgjald. – Politikarnir tosa nógv um vinnurnar, ið hava tað gott, men gloyma teir bólkarnar, har stórir trupulleikar eru, heldur hann.

Eitt av stóru reiðarínum í nótaflotanum er P/F Christian í Grótinum. Felagið eigur í løtuni tríggjar bátar og tvey loyvir. Seinastu árini hevur gingið væl í hesi vinnuni, men tað hevur tað ikki altíð gjørt. Norðlýsið hevur sett Kristian Martin Rasmussen stevnu. Hann hevur sum tann einasti verið eigari í felagnum øll árini síðani einaferð í 1970′ unum. Hann hevur verið reiðari og er framvegis skipari einstakar túrar.

Høvdu tað trupult

Tá vit biðja Kristian Martin, ið fyrr hevur verið reiðari í felagnum, greiða frá søguliga virkseminum hjá felagnum, so staðfestir hann, at tað hevur ikki altíð sæð so ljósareytt út.

– Tað gamla virksemi hjá okkum byrjaði við skipunum Boroyanes í 1971 og Christian í Grótinum, ið var liðugt bygdur á Skála Skipasmiðju í 1975. Hesi árini vóru tað pápi,( Palli Rasmussen, blaðm.), eg sjálvur og Jákup Ziskason, ið áttu reiðaríið. Men í 1980’unum høvdu vit tað sera trupult. Í 1984 yvirtók eg allan partapeningin í Christian í Grótinum, men tað gekk illa i fleiri ár og fleiri skip fóru á heysin, og vit fóru mest sum á heysin eisini. Vit royndar fiskaðu í Suður Africa í trý ár fram til 1991, sigur Kristian Martin Rasmussen.

Men teir hildu á og vend kom í, tá vit komu inn í 1990’ini. Í dag eiga hann og hansara tríggir synir 25 prosent hvør í reiðarínum og soleiðis hevur tað verið leingi.

– Hetta virksemi, sum vit kenna í dag við mær og mínum trimum synum, byrjaði í 1992. Fyrstu árini royndu vit mest eftir lodnu og svartkjafti. Silda fiskiskapurin tók seg upp í 1995 og makrelurin bleiv býttur millum skipini í 2004, sigur Kristian Martin.

Stór frambrot kring aldarskiftið

Stóra frambrotið hjá felagnum kom í 1998, tá nýggi Christian í Grótinum kom til Føroyar eftir at hava verið bygdur í Chile.  Eftir hetta gingu bara tvey ár, so keypti felagið sær eitt skip afturat við loyvum. Norðborg bleiv keypt frá Eiler Jacobsen og Sámal Jacobsen. Eitt ár seinni keyptu teir eitt frystiskip fyri at fáa meirviðgjørt fiskin umborð. Hetta byrjaði við Norðborg í 2001. Í 2009 fekk felagið nýtt skip fyri 280 milliónir.

– Tað virkaði so mikið væl við gomlu Norðborg at meirviðgera umborð, at vit sóu hetta sum røttu leiðina fyri okkum. Tí bygdu vit nýggju Norðborg eftir sama leisti og hevur tað riggað væl. Nú er hesin nýggi Christian í Grótinum eisini ætlaður at koyra eftir sama leisti. Vit hesum meta vit okkum fáa mest burturúr kvotuni. Fyribils verður gamli Christian í Grótinum lagdur, men ætlanin er antin at selja ella leiga hann út, sigur Kristian Martin.   

Onnur feløg í somu vinnu hava bygt virkir á landi ella gjørt samstarv við virkir á landi. Kristian Martin heldur at tað so avgjørt er brúk fyri hesum, men at teir heldur hava valt at meirviðgera umborð.

– Vit hava ikki havt ætlanir um at byggja virki á landi. Men vit hava avgjørt brúk fyri virkjum til hesa vinnuna. Tað hevur tó sínar fyrimunir at meirviðgera umborð. Eitt nú skulu vit ofta sigla langt, tá vit t.d. royna eftir sild og skulu vit eitt nú royna í Jan Meyen, Grønlandi, Svalbard ella Íslandi, so eru vit meira fríir, tí ein er meira bundin, um ein skal leggja upp til eitt ávíst virki, metir reiðarin.

Lokalir

Menninir handan Christian í Grótinum og Norðborg hava gjøgnum árini lagt nógv arbeiði eftir sær á landi. Og tað hava ymisku vinnurnar í Klaksvík notið gott av. Tað er neyvan smávegis peninga upphæddir, sum fólk og fyritøkur hava tjent vegna hetta virksemi. Og teir eru rættuliga lokalir, fjalir ein av eigarunum ikki fyri.

– Tá vit valdu at byggja frystihúsið í Ánunum, so var hetta púra tilvitað. Tí tað hevði verið munandi bíligari hjá okkum tá at lagt veiðuna upp í Havn. Tí fraktskipini hava siglt frá Havnini og tað hevur so kostað okkum pening fyri flutningin frá Klaksvíkini. Men nú byrja fraktskipini so at sigla frá Klaksvík, so tað verður ein stór hjálp hjá okkum. Annars má eg siga ja, at vit fyrst og fremst vilja geva arbeiði til fyritøkurnar í norðoyggjum, so ein kann siga, at vit eru lokalir, sigur hann.

Halda lítið um tilfeingisgjald

Samgonga og andstøða hava í eina tíð arbeitt og viðgjørt fiskivinnuna, har ætlanin er at orða nýggjan fiskivinnu politikk innan alt ov langa tíð. Serliga er tað kjakið um fiskiloyvir og tilfeingisgjald, ið fyllir nógv. Kristian Martin heldur lítið um tilfeingisgjald.

– Fyrst má eg siga, at vit ganga ikki og hugsa so nógv um, hvat fyri fiskivinnu politikk politikararnir fara at seta út í kortið. Vit laga okkum sjálvandi eftir fortreytunum, ið eru. Vit arbeiða útfrá, at vit eisini framyvir sleppa at dríva virksemi sum vanligt. Men givið er, at tá tosað verður um at hava fiskiloyvir uppá 5-10 ár, so ørkymlar tað okkum. Eisini má tað blíva meira greitt, hvussu verður við kvotunum, sigur hann og sipar greitt til, at hann ynskir stabilitet á økinum.

Hann dylur ikki fyri, at teirra reiðarí heldur lítið um tilfeingisgjøld.

– Okkum dáma ikki tilfeingisgjald. Tí vit halda okkum gjalda nokk í skatti. Størri vinningurin er, meira skatt gjalda vit. Men eg sigi ikki, at vit nokk kundu gingið við til at goldið eitt lítið gjald, sigur hann.

Kristian Martin heldur annars, at alt ov stórt fokus er á teir skipabólkar, ið klára seg væl.

– Politikarnir brúka alt ov nógva tíð uppá alt, sum gevur avkast. Fyri 20 árum síðani var nótaflotin og flotin í Barentshavinum í kreppu, men hesir hava tað gott nú. Men ein hoyrir ikki nógv kjak um línubátarnar, partrolararnar, útróðra bátarnir og teir skipabólkar, ið hava tað trupult, sigur ein av eigarunum í P/F Christian í Grótinum.

Framtíðin

At enda spyrja vit um framtíðar útlit. Hóast tað kanska ikki fer at kasta eins nógvan pening av sær framyvir, so er Kristian Martin við gott mót.

– Vit stúra ikki fyri framtíðini. Men avgjøld koma og minni verður nokk eftir, men eg haldi ikki at tað sær so galið út. Hesi seinastu trý árini hava verið tey bestu hjá okkum, sigur Kristian Martin Rasmussen at enda. Hann sigur víðari, at teir ongantíð hava fingið nakað boð uppá fyritøkuna, tá vit spyrja um hetta.  

Saman við Kristian Martin Rasmussen eru tað synirnir Jón Rasmussen, Eyðun Rasmussen og Bogi Rasmussen, ið allir eiga 25 prosent hvør í felagnum.