Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur á fremsta plássinum

Jákup Ósá

07Vestur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í 5.umfarinum,har Víkingur nú er nýtt oddalið.

 

TB vann ein sera týðandi sigur móti AB í dag og tað merkir,at tað sær svart út hjá AB, ið enn einki stig hevur fingið. Í Runavík fekk NSÍsín fyrsta sigur í ár móti skaða rakta B36 liðinum. Í Gundadali megnaði07Vestur at fáa stig móti HB. Tað var nokk mest óvæntaða úrslitið higartil hettakappingarárið.  

 

Breiddin á muni í Sarpugerði

Í Sarpugerði var grannauppgerð millum Víking og ÍF. Dysturinbleiv spennandi, men tað bleiv breiddin, ið var á muni millum liðini. Tí meðan Víkingurskifti Filip Djordjevic og Heðin Hansen inn, sum báðir gjørdu góðan mun, sohevði Albert Ellefsen ikki somu møguleikar. Tí tá 82 minuttir vóru farnir ogVíkingur leingi hevði trýst, so valdi ÍF venjarin at skifta Bartal Eliasen innog koyra hann í álopið. Tað viðførdi, at báðir álopsleikararnir Øssur Dalbúð ogClayton Soares endaðu á miðvøllinum. Hetta var helst gjørt vegna manglandi loysnir ábonkinum, tí útskiftingin tóktist løgin. Víkingur fekk eisini tvey mál eftirhetta móti – at síggja til – troyttu ÍF leikarunum. Avgerandi málið kom eftir eittframúr skot frá Heðin Hansen. Við sigrinum er Víkingur nýtt oddalið.