Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Tað snýr seg um at fáa sum mest úr degnum í dag

Tíðindaskriv

Røðan hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í samband við 100 ára føðingardagur hjá Sannu á Høvdanum, sum varð hildin á Ellis- og røktarheiminum í Runavík í gjár.

Røðan hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í samband við 100ára føðingardagur hjá Sannu á Høvdanum, sum varð hildin á Ellis- ogrøktarheiminum í Runavík í gjár.

Góða Sanna,

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum!

Tað er mær ein stórur heiður sum landsstýriskvinna í almannamálum atvera boðin við her í dag og tað vil eg takka fyri. Eg vil eisini ynskjafamiljuni, kenningum og øllum tykkum, ið dagliga eru um Sannu á røktarheiminum,hjartaliga til lukku við hesum stóra hátíðardegi.

Sanna, tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at ímynda sær, hvat taðvil siga at fylla 100 ár. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, viðinnliti, er á tremur. Tað hava verið nógvar og stórar broytingar í føroyskasamfelagnum, ja tygum kunnu minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív.

Ommubørnini Kári, Heidi og Sanna sendu tygum eina so vakra heilsan íbløðunum í vikuni, har tey so væl greiddu frá tygara ótrúliga lívi. Serligabeit eg merki í eina av týdningarmiklu lívsáskoðan tygara, hetta við ikki atbíða til í morgin við tí, ið kann gerast í dag.

“Tú veitst ikki um tú livir í morgin”, plagdi tygum at siga.

Sanna, tygara lív hevur verið fult av góðum løtum. Barn, ommubørn oglangommubørn hava ríkað tær lívið, og mongu dagarnir saman við systrunum, Bettyog Petru, í handlinum á Høvdanum hava givið tygum gleði og stuttligarupplivingar.

Men í skugganum av gleðini hevur eisini sorgin vitjað. Ikki minst tátín kæri Jóhan Karl fórst á útróðri bert 28 ára gamalur. Tá var dóttir tínJóhanna bert tveir mánaðir gomul.

Tygum fullu tó ikki í fátt. Hinvegin tóku tygum við í skjáttuna tanndýrabara lærdóm, um ikki at bíða til í morgin við tí, sum kann gerast í dag.“Carpe diem” er latínska orðingin. Ein lærusetningur, sum vit onnur áttu, atverið betur at liva eftir.

Bygdarmaðurin hjá tær Sanna, Jógvan Fríðriksson, bispur, hevði umpáskini enn eina frágera góða prædiku. Hann hugleiddi um júst hetta at reisaseg aftur eftir truplar løtur.

Bispurgreiddi frá søgnini um fuglin Fønix. Sagt verður um Fønix, at hann brendi segsjálvan í reiðrinum. Seinni reis hann úr øskuni og sást á himmalhválvinum.

At komaafturíaftur, ella byrja av nýggjum, er ein týdningarmikil eginleiki. Hvørjaferð menniskjan vinnur á føllum, niðurløgum ella tvørleikum, hava vit vunnið ílívsins talvi, greiddi bispur frá.

Hóastsaknurin viðhvørt kendist ómetaliga tungur, so megnaðu tygum altíð at komaafturíaftur, góða Sanna. Hugburðurin var, at tað snúið seg um at fáa sum bestúr degnum í dag og við einum ókúgandi ynski um at veita tínum næstu kærleika ogumsorgan, bar tað til.

Familja ogkenningar kring teg hava altíð notið gott av tygara umsorganarfulla ogstillføra lyndi. Eisini skilji eg, at starvsfólkini her á Røktarheiminum eru soómetaliga góð við tygum, og ein orsøk er helst, at tygum eru sera fittlig ,blíð og løtt at vera saman við.

Eg vil eisini nýtahøvið at takka tykkum øllum á Røktarheiminum fyri fyri tykkara umsorgan ogkærleika til Sannu og tey, ið búgva her saman við Sannu.

Eg fari at enda við orðum úr yrking hjá R.C. Effersøe um taðgleðiliga, at tað góða sum oftast vinnur á tí minni góða í lívinum. Eg haldi athesi orðini á ein hátt lýsa tann lívsjáttandi hugburð, sum tygum, Sanna, havahavt til lívið.

“Hvat er eitt lív við ongum stríði?
Sum ein máni fyri uttan ljós!
Vakrast skínur sólin á grønar líðir,
tá ælið freka fór sín kós   

Takk fyri!